Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Kaj Leo Holm Johannesen á Facebook: Eg var við flogafarinum fríggjadagin, ja, tað var óvanliga nógvur turbulensur, tað er tað, tá hann er sunnan, og tað er vindur í hæddini.

Minti meg á buldrasligar túrar við Súluni sum smádrongur til Mykinesar, hvar Keldu-Jákup var skipari, hann visti akkurát hvar tað var best at sigla, og nær tað rullaði mest.

Hann kendi fjørðin sum sín egna buksulumma.

Okkara sera dugnaligu flogskiparar kenna eisini luftrúmið yvir Føroyum sum sín egna buksulumma.

Eg haldi ikki at flogskiparnir tóku nøkur óráð fyri, teir fylgdu teim mannagongdum sum teir skuldu, og teir og vit sum hava flogið nógv vita, akkurát hvar í innflúgvingini turbulensur kann verða.

Tað kann verða óbehagiligt, men er ikki vandamikið.

Eg vil ikki siga at hatta ikki var buldrasligt, tað var tað.

Men tað er so sera ymiskt, hvussu vit uppliva støður her í lívinum.

Eg eri nokk heldigur, mær dámar so sera væl at flúgva líkamið ætt, men eg skilji og virði tey sum vildu verði hasa upplivingina fyriuttan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo