Tað sum tekur longst tíð er at koma í sving
- Jónar Jacobsen
Lesarin skrivar

Í 2007/8 atkvøddu øll tingfólk Fólkafloksins og Sambandsfloksins fyri, at veiðuloyvini hjá føroyska veiðuflotanum skuldu fara úr gildi eftir 10 árum.

Grundgevingarnar fyri uppsøgnini vóru nógvar. Serstakliga tað, at veiðurættindini vóru fest í stálið, og vórðu seld saman við stálinum fyri okursprís, varð sagt at vera meginorsøkin.

Politikkarnir høvdu t.d. sæð fleiri av gomlu stállínuskipunum verða seld fyri 20 til 25 ferðir egið virði. Og tá fyrst Vesturvón og síðan uppisjóvarskipið Krúnborg vórðu seld fyri metstórar upphæddir til reiðarí, har útlendingar vóru stórir partaeigarar, tá gjørdist ovboðið.

Viðvíkjandi Krúnborg søgdu kønir menn, at virðið av skipinum var umleið 60 mió krónur, meðan kvoturættindini vórðu seld fyri umleið 300 mió krónur.

Tásitandi tingfólk fyri báðar flokkarnar sóðu fyri sær stóran part av veiðiflotanum seldan samsvarandi teimum sølum, ið longu vórðu framdar, og tískil vórðu bremsurnar smekkaðar í, og veiðurættindini uppsøgd við brestin.

Tey sóu fyri sær samfelagsbúskapin skeiklaðan og veiðiflotan umsettan og skuldarbundnan upp um mastrartopparnar, so endurnýggingar gjørdust ómøguligar langar tíðir frammeftir. Haraftrat órógvaðust tey av útlendska partinum, og hvørjar fylgjurnar komu at verða av hesum, og vildu tippa fyri, at størri partur av veiðurættindunum endaði á útlendskum hondum.

Hóast jaligt, at tey, ið høvdu lagt eitt heilt lív í sítt virksemi, sluppu burturúr við stórum upphæddin, so raðfestu tey tær neiligu fylgjurnar hjá teimum, ið yvirtóku, fremri.

Flokkarnir vildu heldur eina nýggja skipan, har rein føroysk reiðaríir fingu tryggjaði langtíðarrættindi at troyta fiskastovnarnar við skili, men ikki at selja og skuldarbinda rættindini sum egna ogn.

Somu flokkar venda nú øllum á høvdið!
Nú vilja somu flokkar, sum einmæltir avsøgdu skipanina fyri 12 árum síðani, seta at kalla somu skipan aftur í gildi!?

Ein má spyrja: Tá tað nú er sama skipan, sum verður sett aftur í gildi av núsitandi tingmanningum flokkanna, eru tá hesi, sum nú sita, tey skilagóðu og ábyrgdarfullu, meðan hini vóru tápulig og ábyrgdarleys? Ella eru tað hesi, ið eru ábyrgdarleysir tápulingar, meðan hini vóru skilagóð og ábyrgdarfull?

Annað av hesum báðum má vælsaktans vera rætt!

Tað, at vinstrasinnaða samgongan undanfarna valskeið samtykti eina óbrúkiliga skipan, burdi ikki fingið nýggju samgonguna at missa tamarhaldið, at venda framtíðini bakiå og ikki síggja aðrar tíðir enn tær, ið vóru undan 2007!

Føroyskar kvotur gerast altjóða íløgutilfeingi!
Tá Krúnborg varð seld, áttu føroyingar rætt at fiska uml 5% av TACnum av makreli og nakað minni av norðhavssild.

Í dag eiga føroyingar góð 13% av makrelinum og nakað tað sama av sildini. T.v.s. at kvotan, ið seld var fyri uml kr 300 mió tá, er næstan tríggjar ferðir størri ídag, enn hon var tá. Við vanligum prísvøkstri in mente er ikki ringt at rokna út eitt ca virði av hesi kvotuni pr d.d.

Um hettar eina veiðiloyvi/hendan eina kvotan svarar til 1/8 av øllum uppisjóvarkvotum, so er ikki trupult at meta, at samlaða søluvirði av føroysku uppisjóvarkvotunum ídag togar um 10 milliardir krónur.

Nú rentan á altjáða peningamarknaðinum er negativ, hungra stórar altjóða fyritøkur og  íløgugrunnar eftir áhugaverdum íløgumøguleikum. Hjá teimum verða føroysku kvoturnar sannir gloypubitar at seta tennirnar í. Tað fer at geva teimum møguleikar til heilt aðrar rentusatsir, provisiónir og fiktiv gjøld vegna rakstrar-, viðlíkahalds-, søluráðgevingar o.a.m!

Hvussu við veiðugjøldunum?
Allir politisku flokkarnir - eisini Fólkaflokkurin - eru nú samdir um, at tey, ið hava framíhjárætt at troyta fiskastovnarnar, skulu rinda eina ávísa tilfeingisrentu.

Øll ásanna, at fiskastovnarnir eru “Ogn Føroya Fólks” , og at talan sostatt er um leigurættindi at troyta teir!

Teir báðir stóru borgarligu flokkarnir siga, sum kanska rímuligt er, at tilfeingisgjaldið skal grundast á handilslig úrslit og tøl. Tað er, at allar rakstrar-, hýru-, lønar-, sølu- og fyrisitingarútreiðslur umframt avskrivingar skulu fyrst innroknast, áðrenn tilfeingisgjaldið kemur í ljós.

MEN tá/um føroysku uppisjóvarkvoturnar eru umsettar ( kanska seldar útlendingum og/ella kapitaliseraðar av teimum somu, sum eiga tær ídag ) fyri 10 milliardir ella meira, hvussu mikið verður tá eftir til tilfeingisgjaldið, nú hesar milliardirnar omaná alt hitt skulu avskrivast?

Og tá so kvoturnar hjá línuflotanum, íslandskvoturnar, kvoturnar á Flemmish Cap og tær í Barentshavinum, eins og uppundir 2007 verða umsettar á sama hátt? Tá stórur partur av øllum hesum er kapitaliserað og skal forrentast og avskrivast? Hvussu verður tá við endurnýggingum, og hvør samfelagsligur framtíðarvinningur liggur tá eftir?

Eru hesi klókari og vísari enn hini?
Tað fáa vit at síggja, tá lógaruppskotið kemur úr vinnunevndini!

Talan er um øgiliga stór virðir, ið lóggivið verður um, og um eina lóggávu, ið sambært tekstinum fer at galda í øldir, so her er vissuliga talan um mega týdningarmiklar avgerðir, ið verða tiknar vegna framtíð Føroya!

Tingfólk í nýggju samgonguni eiga at hugsa seg um enn einaferð og royna at fáa eina breiða semju, sum tryggjar útgerðarfeløgum rímiliga long rættindi, og sum tryggjar feløgunum eitt stórt og samfelagnum eitt rímuligt avkast - so langt náttúran og hegni loyvir tí -, men forðar fyri, at kvotur/veiðurættindini verða umsett og skuldarbundin framtíðarvinnuni til skaða!

- Tey eiga at halda fast við, at útlendingar skulu burturúr veiðuliðnum!
- Tey eiga at seta strangar antitrust reglur í gildi, so tey, ið longu hava taðmesta, ikki taka alt!
- Tey eiga ikki at teingja rættindini at stálinum, men tryggja reiðaríum langtíðarrættindi á annan hátt
- Um tey ikki megna tað, so eiga tey at syrgja fyri, at virðið av veiðirættindunum fellur til landskassan við møguligum kapitaliseringum og skipasølum og eisini við heilum ella partvísum sølum av reiðaravirkjum.
- Tey eiga ikki at loyva so stórari umsetiligheit, at nøkur fá keypa upp tað mest virðismikla, so tað minni virðismikla fer fyri skeyti ónýtt, tí eingin megnar at gagnnýta tað!
- Tey eiga ikki at loyva ætlaðu eingangssøluni av verandi árskvotum o.ø., men heldur lata allan partin av uppisjóvarkvotunum, ið enn ikki eru eginkvotur, fara til menning og nýbrot kring oyggjarnar.

Áðrenn tey samtykkja uppskotið í tí líki, tað varð framlagt, eiga fólkafloks- og sambandstingfólk, hvør sær at spyrja seg sjálvi, hví tey, tá avtornar, skulu vera bæði skilabetri og vísari enn hini, ið umboðaðu somu flokkar í 2007. Tey livdu við, kolldømdu og avsøgdu hesa lóggávuna.

Sv. Aage Ellefsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo