Fávitska er rótin og leggurin til alt ilt
- Platon
Innlendis ítróttur

Eik Banki: Stuðulavtalan umfatar Effo liðið og U-14 dreingjaliðið hjá TB.

"Stuðulsavtalan millum Eik og TB passar væl til Eik, sum er ein lokalur banki, ið hevur sítt virksemi  í tí lokala økinum, bæði innan tað almenna, vinnuliga og privata. Við teimum málsetningum, sum TB hevur sett sær, er avgjørt áhugavert at stuðla ítróttinum her suðri. Vit ynskja TB eitt gott kappingarár", sigur Róin Schrøter, deildarleiðari hjá Eik í Suðri.

Formaðurin í TB Niels Pauli Eysturberg fegnast um, at Eik Banki viðvirkar til at menna fótbóltin, og at hædd er tikin fyri at stimbra tann unga partin av fótbóltinum í Suðuroy. Hann er glaður fyri avtaluna við Eik, og vísir á, hvussu sera týdningamikið tað er, at vinnnan er við til at stuðla einum felag sum TB.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo