Tú veitst ikki, hvat tú veitst, fyrrenn tú veitst, hvat tú ikki veitst
- Lawrence J. Peter
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Seinastu tvey árini hevur Eik stuðlað NSÍ, og hetta samstarvið heldur nú fram í tvey ár afturat. Avtalan inniber, at Eik er stuðul hjá U18 á dreingjasíðuni og harafturat undirstuðul til Effo liðið.

"Vit fegnast um, at Eik vil halda fram við stuðulsavtaluni ", sigur Valdi Olsen, sum vegna NSÍ undirskrivaði avtaluna. "Vit leggja stóran dent á ungdómsarbeiðið í felagnum, og tísikil er sera týdningarmikið, at vit, umframt til Effo liðið, eisini fáa stuðul til okkara ungdómslið".

"NSÍ er eitt felag, sum ger eitt stórt arbeiði í okkara lokaløki, og bæði fremsta deild og ungdómsliðini hava megnað at fingið góð úrslit. Vit hava verið glað fyri avtaluna, sum vit hava havt við NSÍ, og tískil ynskja vit at halda fram við at stuðla felagnum", sigur Kristine Ellingsgaard, Rakstrarleiðari í Saltangará.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo