Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde
Innlendis ítróttur

Eik hevur gjørt stuðulsavtalu við KÍF, sum fevnir um øll lið og leikarar í Ungdómsdeildini hjá KÌF. Í Kollafirði spæla genturnar flogbólt og dreingirnir hondbólt.

"Ein slík samstarvsavtala hevur stóran týdning fyri felagið" sigur Robert Poulsen, formaður í KÍF.

"Avtalan ger tað munandi lættari at reka fíggjarliga partin hjá felagnum, og Kollafjarðar Ítróttafelag fegnast um nýggja samstarvssáttmálan, og sær fram til samstarvið við Eik Banka", sigur Robert Poulsen.

Ungdómsdeildin hjá KÍF fevnir um umleið 150 børn og ung í aldrinum 6 til 18 ár.

"KÍF ger eitt stórt arbeiði í sínum lokaløki; tey hava sett sær fyri at vera eitt av Føroya bestu ungdómsfeløgum og tað samsvarar væl við stuðulspolitikkin hjá Eik", sigur Margareth D. Djurhuus, rakstrarleiðari fyri Eik í Suðurstreymoy.

Avtalan er galdandi í trý ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo