Kærleiki eigur ikki at vera tað, tú væntar at fáa, men tað, tú væntar at geva - og tú mást geva alt
- Kathrine Hepburn
Mítt tastatur

- Hvussu ber tað til at nakar kann koma so langt við so ringum minni, spyr formaðurin í Dansk Aktionærforening, Niels Mengel í oddagrein í blaðnum hjá privatum donskum íleggjarum. 

Felagið hevur fylgt væl við rættarmálunum sum hava verið eftir bankabjargingarnar. Og eitt sum eyðkennir øll málini er, at jú hægri tú kemur upp í hierarkinum, jú minni minnast tey avhoyrdu, er niðurstøðan.

Í hesum døgum situr fyrrverandi leiðslan í gamla Eik bankanum, tí sum fór á heysin, aftur á ákærubeinkinum. Stjórar, nevndarformaður og ein røð av vitnum verða avhoyrd í rættarhølunum í C.Pløyensgøtu í Havn, men eisini her ger tað seg galdandi, at tað er trupult at minnast hvat hendi fyri 10 árum síðani og meira, hóast talan ofta var um stórar verkætlanir og stór tøl.

Í gjár var Bogi Bendtsen, sum var kreditstjóri í gamla Eik banka, avhoyrdur, millum annað um stóru verkætlanina í Rømø har golfvøllur, wellnessmiðstøð og 200 frítíðarhús skuldu byggjast. Eik hevði gjøgnum dóttirbankan í Danmark játtað at fíggja 32 mió kr av verkætlanini. Men hóast tað var ein treyt fyri at lánið kundi útgjaldast, at minst 100 hús vóru seld, so endaði bankin við at gjalda alt út hóast einans 29 hús vórðu seld.

Eik-menninir kundu sloppið sær úr verkætlanini nøkurlunda snikkaleysir, gjørdu teir eitt veðhald frá triðjaparti effektivt. Men heldur ikki tað hendi nakrantíð. Í rættinum í gjár kom fram, at tað var sera trupult hjá kreditstjóranum at minnast nakað, eisini tí álitið á danska dóttirbankan var so stórt og samskiftið við kundarnar í mestan mun gekk gjøgnum starvsfólkini har.

Júst málið um Rømø Golfprojekt er bert eitt av mongum, har fyrrverandi leiðslan í Eik verður tráspurd um hví hon gjørdi, sum hon gjørdi. Men har svarið ofta er at yppa øksl. Tað er harmiligt at vera vitni til av áhoyrarabeinkinum. Nógv fólk mistu nógvar pengar, tí tey høvdu álit á hesum fólkunum.

At skalta og valta við pengunum hjá øðrum er ikki í lagi og eigur at fáa avleiðingar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo