Tú veitst ikki, hvat tú veitst, fyrrenn tú veitst, hvat tú ikki veitst
- Lawrence J. Peter
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Leiðslan í gamla Eik banka, sum herfyri varð dømd at gjalda 150 milliónir krónur í endurgjaldi fyri kollsiglda bankan, tekur ikki við dóminum.

Marner Jacobsen, Frithleif Olsen og Odd Bjellvaag hava nú kært dómin til Eystara Landsrætt, og harvið heldur søgan fram um endurgjaldskravið sum Fíggjarligt Støðufesti reisti ímóti nevnd og leiðslu.

Bjarni Olsen, sum eisini var stjóri í Eik, varð fríkendur í rættinum 18. novembur, tá dómurin fall har.

Les eisini: Marner Jacobsen, Odd Bjellvaag og Frithleif Olsen skulu gjalda 150 milliónir

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo