Ein vinur er ein sum veit alt um teg - og kortini er góður við teg
- ókendur
Lesarin skrivar

Góði H, tak okkara tjóð aftur til tann harransdagin 06.10.92
Tá var ongin fiskur, ongin reiðari, ongin átti nakað flakavirki,
ongin átti nakað sum helst - alt hettar onki var ogn Føroya Fólks.

Góði H, tak okkara tjóð aftur til henda dagin, tá ið samlaða gjaldføri
hjá landskassanum og øllum peningastovnum í Føroyum var minni enn
70 mió. danskar krónur.

Góði H, tak okkum aftur til henda dag, tá øll øvundsjúka, øll vón um einar frælsar sjálvbjargnar Føroyar var burtur.

Góði H, tak okkum aftur til dagin, har ongin føroyingur átti nakað sum helst, hendan dagin
tá ið lummarnir hjá okkum vóru tómir - har alt okur átti var skuld og skomm yvir húsagangin Føroyar.

Góði H, tak okkara tjóð aftur til tann dagin, okkara tjóð lá nakin fyri verðini,
tann dagin, danir bjargaðu okkum og lótu okkum í klæðir (Kejserens Nye klæder)?

Góði H, tak okkum aftur til tann dag, tá hvør dagur var sum ein harrans vælsignaður sunnudagur - ongin fiskur - onki arbeiði - ongin reiðari - ongin øvundsjúka - (ongin anti trust regla, at verja okkara evnaríka løgting) - ongin grund hjá okkum føroyingum at vóna um einaferð, at uppliva einar sjálvbjargnar frælsar Føroyar.

Góði H, tak okkum aftur til tann dag, sum var áðrenn Jacob V gjørdist fiskimálaráðharri.
Tá var okkara kvota 4,92% og ikki sum nú, har hon er 12,6%.
Tá var ongin øvundsjúka og ongin reiðari enn hongdur upp alment at turka, tá var ongin vón um einar fíggjarliga frælsar Føroyar.

Góði H, tak okkum aftur til tann dag sum var áðrenn Jacob V, gev  ES/Noreg/Skotum v. m.
alt tað sum hasin Jacob V tók frá teimum - gev okkum í staðin meira pening frá dønum!

Góði H, gev okkum eina alternativa grundlóg (ikki fiskivinnulóg) sum útskiftir alla lummaull
hjá øllum núlivandi og komandi ófrælsum landsmonnum, við Ogn Føroya Fólks í allar ævir.

Góði H, kanst tú ikki, tak okkum aftur til tann dag, okur øll vóru fastlønt av dønum....

Tórshavn á Grækarismessu, 12.03.17
Tom Silvurdal

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo