Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Lesarin skrivar

Nú Bjørn á Heygum er úti við einum lesarabrævi um “slíkt misbrúk og svik við almennum peningi” og “Er hetta ikki mandatsvik” í samband við ósemjuna á arbeiðsmarknaðinum, vil eg bara minna almenningin á, at Bjørn fyrr er komin við slíkum ákærum.

Tá kostaði tað danska statinum, sum hann livir so væl av, milliónir av krónum.

Nógv annað gor og gall er í lesarabrævinum, sum man jú má loyva einum og hvørjum at koma fram við í einum demokratiskum samfelagi.

So lat tað fara óviðmerkt.

Aksel Johannesen, Kristina Háfoss, Annika Olsen og Jógvan Philbrow, tit hava nógv betri førleikar at loysa verandi ósemjuna á arbeiðsmarknaðinum enn nakar annar.

Danska orðatakið, “Den ved hvor skoen trykker, som har den på” hóskar væl í samband við eina arbeiðsósemju.

Fari við hesum at ynskja øllum eitt gott nýttár og serliga tykkum, sum eftir nýggjár skulu til samráðingarborði.

Má tað gangast tykkum væl.

Kristin Rasmussen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo