Eg havi onki ímóti at liva í eini mannfólkaverð, soleingi eg sleppi at vera kvinna í henni
- Marilyn Monroe
Politikkur

Skilji á øllum brøgdum, at greinin hjá mær um, at Føroyar eiga at gera krav um ein ráðharrasess í arktiskum málum í fólkatinginum, hevur fingið politikarar á loysingarvonginum at ressast. 

Onkur tekur enntá dýran til og leggur persónliga eftir mær, tí eg eftir hesa útsøgn loyvi mær at renna fyri Merkinum, ið fyllir 100 ár 2. juni.

Hetta síðsta persónliga álopið skal tó sleppa at standa ósvarað og fyri egnu rokning.

Sagt verður, at ein arktiskur ráðharrasessur er at geva seg undir kong ella at lima seg inn í fólkatingið.

Eg má bara spyrja, hvat er munurin á einum ráðharrasessi í arktiskum málum og tí yvirhøvur at stilla upp til fólkatingsvalið og taka sæti í fólkatinginum?

Hvat er munurin at fáa ein ráðharrasess í arktiskum málum og at taka við sæti í “Færøudvalget” í Fólkatinginum, sum tað verður gjørt nú?

Tað er ongin annar munur, enn at vit við  einum arktiskum ráðharrasessi vinna størri uttanríkispolitiskt vald fyri Føroyar, meðan vit arbeiða fram ímóti einum  sjálvbjargnum Føroyum.

Ístaðin fyri at lata danska uttanríkisráðharran sita við borðendan í Arktiska ráðnum, er tað ein føroyskur arktiskur ráðharri, ið situr við avgerðarrættinum.

Hetta er ein gyltur møguleiki at víðka um okkara uttanríkispolitisku heimildir í einum geopolitiskum øki, har alheimsins lond tysja eftir at fáa ávirkan.

Tað tykist, at loysingarflokkarnir eru nøgdir við at fáa eitt sindur av talutíð í arktiska ráðnum, meðan tað eru danir, sum sita við avgerðarrættinum. Hetta er avgjørt ikki ein politisk ynskistøða eftir mínum tykki.

Frá mínum politiska lívi havi eg drúgvar royndir í arktiskum málum. Fyrst sat eg sum umhvørvismálaráðharri í 3 ár, síðani sum norðurlendskur samstarvsráðharri í 4 ár og í dag sum borgarstjóri, har eg siti í  “Artic Mayors Forum”.

Tað nívur meg, at síggja, at tað er ein onnur tjóð, sum tekur avgerðir vegna okkum í einum so týðandi øki sum í tí arktiska. Danmark er bert limur í arktiska ráðnum orsakað av Føroyum og Grønlandi.
 
Eg havi altið talað søk Føroya og komi altíð at gera tað. Vit hava skyldu til at brúka hvørt høvi, hvønn møguleika og hvønn pall, til tess at vinna Føroyum størri vald og ávirkan. Ein arktiskur ráðharrasessur er ein gyltur møguleiki at vinna Føroyum størri uttanríkispolitiskt vald.

Tað, sum eg ikki skilji er, at somu loysingarsinnaðu politikarar, sum leggast eftir mær, halda at tað er fínt at stilla upp til fólkatingsval og lima seg inn í danskt parlament.

Tá mann stillar upp til eitt annað parlament enn tað føroyska, so hava vit skyldu til at arbeiða fyri føroyskum áhugamálum, og ikki bara taka sæti í fólkatinginum og móttaka danska løn.

Annika Olsen
Valevni Fólkafloksins til fólkatingsvalið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo