Ongin gevur seg fátækan
- føroyskt orðatak
Onnur tíðindi

Warren Buffet er blivin trið ríkast í heiminum við at gera íløgur. Men kryptogjaldoyru ætlar hann ikki at koma sær uppí. Hann trýr heilt einfalt ikki uppá hetta slagið at gjaldoyra, sum onki veruligt virði er aftanfyri, sigur hann.

- Hatta er ein bløðra. Fólk gerast púra frá sær sjálvum av ógvusligu kurslopunum, og Wall Street fylgir við. Tað ber ikki til at seta virði á Bitcoin, tí tað er ikki eitt virðisskapandi aktiv, sigur hann við sjónvarpsstøðina CNBC.

Warren Buffet sigur, at hann er nærum fullvísur í, at søgan um Bitcoin og onnur sonevnd kryptogjaldoyru, sum bara finnast á netinum, og har ongin myndugleiki ella tjóðbanki stendur aftanfyri, bara kann fáa ein ringan enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo