Um tú ert ein av teimum sum heldur, at pengar ikki eru eydnan, so kann eg vissa teg um, at tær hevði dámað fátækradømi enn minni
- ókendur
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Og har eftirlótu teir myndir sínar, og Dávid og hansara menn brendu tær.

(II. Sámuelsbók. 5:21 FKJ)

Eg skyldi mínum fólki eina ávaring. Eg kann ikki vera so kaldur og kærleiksleysur sum til at lata tað fara afturvið borðinum, at eitt cand-theol hel-hol og wannabe-prestur skal sleppa at villleiða mítt fólk, meðan eg livi. Tað verður av ongum!

Í ár eru fimm hundrað ár liðin síðan trúbótina. Í og við at reini og rætti Grikski Ný-Testaments teksturin (Textus Receptus) varð savnaður og útgivin á prent í 1516, og fínpussaðar útgávur av honum útgivnar haðanframeftir til 1633, og hesin tekstur týddur til nærum øll tungumál Evropu, sóu menn loksins skæra ljós gleðiboðskaparins, vórðu endurføddir, og sluppu sær út úr católsku skøkjukirkjuni, sum teir klárt sóu lýsta í Guðs orði í Opinberingsbókini kapitul 17. Menn sum Luther, Zwingli, Calvin, Cranmer, og Knox, ruddaðu alla falska Guðsdýrkan út úr kirkjunum, standmyndir av Mariu vórðu muldar í støv, ikonar brendir, handan baalsliga transsubstantiatións-læran tveitt niður aftur til helvitis haðan hon kom, og altarborðið aftur einfaldliga kallað minnismáltíð Harrans. Fólkið hevði í blindleika biðið til halgimenni og jomfrú Mariu í øldir, fullkomiliga hildin í blindleika av anti-christi í Róm, og samanrottaðu undirsáttum hans. Tað er ikki uttan grund, at tíðarbilið ímillum 500 til 1500 A.D. verður kallað hin myrka tíðarøldin (á enskum: The dark Ages). Tað var tí at fjøldin hevði ikki havt loyvi til sjálv at lesa Guðs orð og vita sannleikan um, hvussu hann vil at vit tilbiðja hann í Christi, og hvussu ikki. Nú at máa hoyra uppá prestar – sokallaðar – sita í útvarpinum sunnudag eftir sunnudag og royna at hála mítt elskaða fólk, sum enn kallar seg protestantiskt, aftur til tað myrkur og avgudadýrkan tey fóru frá fyri 500 árum síðani, tað er einkið minni enn sataniskt. Tá ið Satan vil villleiða, so blandar hann eitt sindur av sannleika uppí lygnina; soleiðis eisini nú, tí at wannabe-presturin sigur sum altíð við óføra frómari rødd, at Jesus er bæði sannur maður og sannur Guð í einum kompositum. Men har má ein minnast til, at djevlarnir trúgva við, og skelva (sí Jákob 2:19). Eitt er at kunna játta við høgt-lærdum sinni til ávísar trúarsetningar, nakað heilt annað er at standa fult og heilt í sannleikanum, lærdur av Guði sjálvum, og tala og verja hann.

Fyri einum og hvørjum frelstum persóni er tað heilt greitt, at eitt fólk, sum boyggir seg niður fyri, brennur roykilsi fyri, og biður til myndir av halgimennum, er ikki eitt frelst fólk tað allar fjernasta yvirhøvur, men er statt í fullkomiligum myrkri, innvavstrað í eitt ófatiliga ringt, sniðfundugt og myrkt garn av sjálvasta Satan. Sært tú ikki tað, so kann eg bara taka synd í tær, og biðja fyri, at Harrin má upplata tíni tilformyrkjaðu eygu, huld í fremmandum royki.

Og so tosar villleiðarin um hin ríka siða-arvin hjá russisku orthodoxu kirkjuni, og vil siga okkum, at hon er hin elsta kirkjan og mest upprunaliga. Eg vil siga tykkum øllum, at christindómur er ikki siðaarvur og mentan, men lýdni við Guðs orð, sum er tað ið hin frelsti varð gitin av, tá hann fór á evangeliskt møti, varð kallaður, tók ímóti Jesus Christi sum sínum persónliga frelsara, og varð av sonnum frrrelstur. Tá kundi siður vera siður: Fullkomiliga líkamikið fyri honum!.

Í elstu keldu vit eiga, Nýggja Testamentinum, stendur einkið um roykilsi og ikonar!

Tá ið Paulus stóð á miðjum Mars heyggi (Areopagos), sá hann, at fólkið har hevði gjørt sær gudamyndir í hópatali, harímillum ein, á hvønn teir høvdu skrivað: TIL HIN ÓKUNNA GUÐ. Paulus brúkti so hesa gudamyndina sum innfalsvinkul til at prædika teimum gleðiboðskap Christs og hin sanna Guð. Hann segði við teir soleiðis (í tí rætta protestantiska tekstinum, KJB/FKJ): Tit menn av Athen, eg varnist at tit í øllum lutum eru ov pátrúnir. (Sí Gern. Áp. 17:22). At biðja til, ella tilbiðja myndir av gudum, sjálvt um man sigur tað vera mynd av Guði, er ikki rós vert; nei, tað er pátrúgv, og harvið átalað av Paulusi, og tískil eisini til allar tíðir átaluvert. Paulus heldur áfram, og í vers 29 sigur hann: Við tað tá at vit eru avkom Guðs, áttu vit ikki at hugsað, at Guðhøvdið er líkt gulli, ella silvuri, ella steini, tilevnað við listakynstri og páfundi mans.

Herí liggur hin sanna Guðslæran, (sum annars kom í ljós longu í øðrum boði hinna tíggju): At vit kunnu ikki gera myndir av Guðhøvdinum, (t.e. Faðirinum, Syninum, og Halga Andanum), sum um menn í slíkari fákunnu skuldu kunnað tilbiðið hann ígjøgnum slíkar myndir. Tað letur seg ikki gera. Men tað er júst tað, sum wannabe-presturin situr og sigur, at tá ið ófrelsti russin í síni fákunnu knelar frammanfyri ikonunum, tá knelar hann fyri Guði. (Ja, tað hoyrdi eg wannabe-prestin siga!).

Wannabe-presturin við fremmanda roykinum skal hervið kallast tað hann er: Ein órættvísis-tænari, ein svikaprophetur um ein háls, og hartil ein ringur villleiðari av ringastu sort. Roykurin, sum hann vil ofra Guði, og fáa fólk mítt at ofra Guði, er fremmandur roykur, sum HARRIN ikki hevur boðið at verða ofraðan (og so als ikki í Nýggja Testamenti!), sum, eins og tá ið Nádab og Abihu ofraðu hann (sí Leviticus 10:1-2), tað fór út eldur frá HARRANUM og upptærdi teir. Tað, at hesin fremmandi roykurin hevur verðið ofraður í eini túsund ár í russisku orthodoxu kirkjuni, sigur bara, at fólkið har hevur verið blint og bundið niður av tómum siðum í minst túsund ár. Tað sigur okkum einkið meira enn tað. Vit sonnu trúgvandi skúgva slíkt frá okkum, og halda áfram treystligani á smala vegi, fylgjandi Guðs orði einans, skýggjandi vanheilaga svassið.

Annað boð er greitt nokk, (og skal nokk kunna lesast á russiskum eisini). Í Exodus 20:3-6 stendur skrivað:

3 Tú skalt ongar aðrar gudar hava undan mær.

4 Tú skalt ikki gera tær nakra rista mynd, ella nakran líkleika av nøkrum tingi sum er í himni fyri oman, ella sum er á jørðini fyri niðan, ella sum er í vatninum undir jørðini:

5 Tú skalt ikki boyggja niður teg sjálvan fyri teimum, ella tæna teimum: tí at eg, HARRIN Guð tín, eri ein ástbrellin Guð, heimsøkjandi misgerð fedranna omanyvir børnini at hinum triðja og fjórða ættarliði hjá teimum sum hata meg;

6 Og sýnandi miskunn at túsundum av teimum sum elska meg, og halda boðini hjá mær.

Boðið er endurtikið ótvítýðugt og greitt í Leviticus 26:1:

Tit skulu gera tykkum ongar skurðgudar ella rista mynd, eiheldur reisa tykkum upp eina standandi mynd, eiheldur skulu tit seta upp nakra mynd úr steini í landi tykkara, til at boyggjast niður at henni: tí at eg eri HARRIN Guð tykkara.

Meiningin hjá Guði er greið: At gera MYNDIR av Guði, ella nøkrum øðrum tingi, og boyggja seg niður fyri MYNDINI, er fyri Guði tilbiðjan av MYNDINI, ikki av Guði.

Tí er ikonarí SYND!

Eisini um tað er ein 1500 ára gamal siður. Tað er líkamikið!

Legg til merkis, at Guðs munnur setur forboð bæði fyri ristum myndum (t.e. fløtum myndum, ikonum) og standandi myndum (t.e. høggmyndum). Guð hevur altso væl og grundiga sett FORBOÐ fyri at gera myndir av nøkrum slagi, og boyggja seg niður fyri teimum, eisini um tær eru av tingum í himni (t.e. Guði sjálvum): so her er altso einkið at taka feil av: Hatta gera vit frelstu ikki!.

 Var tað nakað, sum trúbótin gav okkum, so er tað SOLA SCRIPTURA, tað er, at skriftin aleina er okkara myndugleiki í øllum trúarspurningum. Vit hava tann upprunaliga Christindómin í hondunum: Í Guðs orði; King James Bíbliuni, Ensku og Føroysku. Guðs orð slær allan siðaarv blankt út úr myndini, sama hvussu gamal. Latum okkum rætta rygg, ganga áfram óræddir, rankir, og gera eins og Dávid og menn hansara: Brenna gudamyndirnar, og travalja víðari sum sannir tilbiðjarar av hinum tríeinda Guði, frelstir eina og aleina við trúgv á úthelta blóð Jesu Christs Harra várs á Golgatha krossi; og skýggja allan falskan royk, sama hvussu gylt har er alt íkring. Djevulin tølir við tí evnisliga; men um Guð stendur skrivað: Guð er ein Andi: og teir, sum tilbiðja hann, mugu tilbiðja hann í anda og í sannleika (sí Jóhannes 4:24).

 Latum okkum taka við ávaring Guðs orðs í Rómverjabrævinum kapitul 1, har tað stendur skrivað í vers 23a: Og broyttu dýrd hins óforgongiliga Guðs yvirí eina mynd, gjørd lík forgongiligum manni.

Og er tað ikki júst tað, sum russiska kirkjan er sek í, at hava gjørt sær myndir av halgimennum, at brenna roykilsi til teirra, ja, enntá biðja til teirra? Tað vil eg geva tær at skilja, at slíkt er avgudadýrkan, slíkt er spiritisma, og andamanarí; kavheiðin heiðindómur!

 Far ikki aftaná blindum wannabe-presti niðureftir í onkra kolandi heita heljarins svarta líð, men fylg tú nú Christi til himinsins bjarta líð.

Phariseararnir lyftu mannaboð uppum Guðs boð. Jesus segði við teir, at teirra Guðsdýrkan var til einkiðs:

Men til einkiðs tilbiðja tey meg, frálærandi fyri Guðslærur boðini hjá monnum.

(Matthæus 15:9)

Lítlu børn, haldið tykkum frá avgudum. A'-men.

(I. Jóhannesarbræv 5:21).

Álvarsamligani, tí at okkara Guð er ein upptærandi eldur,

Sjúrður Højgaard.

...........

Sí eisini Nummur 33:52; og Devteronomium 4:16-18 & 23-28, & 7:25.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo