Í mínum arbeiði á sjógvi og landi havi eg hitt teir bestu gentilmenninar í ketildrakt og teir størstu skálkarnar í 'kjóla og hvítt'
- Richard B. Thomsen í Dansk Forfatterforening
Politikkur

Magni Arge á Facebook: Var í gjár á fundi við Jacob Elleman Jensen, danskur ráðharri í matvøru- og landbúnaðar málum.

Vit umrøddu málið um fuglaveiðibann, sum kann raka Føroyar.

Europa Samveldið skal í næstum taka støðu til eitt uppskot frá trimum limalondum um at áseta altjóða veiðibann eftir lunda og álku.

Tað kann raka Føroyar, tí Danmark og ES eru partur av altjóða avtalu nevnd Agreement on the Conservation of African-Eurasian Migratory Waterbirds – ella AEWA-avtalan.

Samtykkja AEWA-limalondini uppskotið kann bann setast fyri at veiða, at taka egg og sum heild at órógva fuglin. Bannað verður eisini at goyma, nýta og selja ólógliga veiddan fugl og rænd egg. 

Jacob Elleman Jensen skilti væl, at hetta gekk beint móti føroyskum áhugamálum, og vil tí lurta eftir Tilmæli úr Føroyum

Eg gjørdi honum greitt, at ein blonk atkvøða frá Danmark er ikki nóg mikið. Vit mugu sjálvi hava ræðið á lóggávu um burðardygga veiði í Føroyum - bæði á sjógvi og landi.

Málið var til viðgerðar í matvørunevndini í gjár og verður aftur til viðgerðar í europanevndini í morgin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo