Alf Larsen
- Ikki er neyðugt at súpa meira enn eina skeið av suppuni fyri at vita um hon er góð
Krutl

Tomine hevði ikki ímyndað sær at hon fór at angra tann dagin tá ið bróstini vóru tikin og hon byrjaði at fáa testosteron.

Hon hevði fingið diagnosuna transseksualisma sum 22 ára gomul, men var byrjað upp á kynsskifti uttanfyri sjúkrahúsverkið í Svøríki. Mannliga hormonið, testosteron, hevði hon fingið hendur á ólógliga á netinum.

Hon minnist væl dagin tá ið hormonið lá í postkassanum. Tað var ein salva sum skuldi smyrjast innanlærs. Eftir nøkrum døgum so hendi okkurt.

– Nú var eg á veg at gerast eg sjálv. Ja, eg hevði hug at siga øllum heiminum frá tí! sigur gentan sum NRK hevur valt at kalla Tomine.

Og hetta er søgan um eina gentu sum leitaði eftir sær sjálvari, og helt seg finna svarini í einum øðrum kyni.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo