Tá fólk sleppa trúnni á Gud, trúgva tey ikki á onki, tey trúgva á hvat sum helst
- G. K. Chesterton
Innlendis ítróttur

Á tíðindafundi í FSF-húsinum mánadagin, setti Lars Olsen, A-landsliðsvenjari hjá monnum navn á teir 23, ið eru úttiknir til UEFA Nations League dystirnar móti Aserbadjan og Kosovo - Mynd: Hans Erik Danielsen

Sí fleiri myndir

FSF: Á tíðindafundi í FSF-húsinum mánadagin setti Lars Olsen, A-landsliðsvenjari hjá monnum, navn á teir 23 spælararnar, ið eru úttiknir til UEFA Nations League dystirnar móti Aserbadjan og Kosovo.

Ein broyting er í hópinum hesaferð, í mun til seinastu dystir. Sølvi Vatnhamar hevur givið avboð orsakað av skaða, og í hansara stað hevur venjarin úttikið Pól Jóhannus Justinussen úr NSÍ.

Hósdagin 11. oktober klokkan 19:45 spæla Føroyar og Aserbadjan á Tórsvølli, og tríggjar dagar seinni, sunnudagin 14. oktober klokkan 17:00 kemur Kosovo á vitjan.

Hópurin
Gunnar Nielsen, FH (ICE)
Teitur Matras Gestsson, HB
Kristian Joensen, KÍ
Atli Gregersen, Víkingur
Odmar Færø, B36
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DEN)
Jógvan Rói Davidsen, HB
Sonni Ragnar Nattestad, AC Horsens (DEN)
Alex Mellemgaard, B36
Heini Vatnsdal, BK Fremad Amager (DEN)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Magnus Egilsson, HB
Kaj Leo í Bartalsstovu, ÍBV (ICE)
Gilli Rólantsson Sørensen, SK Brann (NOR)
Rene Shaki Joensen, Grindavík (ICE)
Tróndur Jensen, HB
Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ
Hallur Hansson, AC Horsens (DEN)
Brandur Hendriksson Olsen, FH (ICE)
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (NOR)
Finnur Justinussen, Næstved BK (DEN)
Jóan Símun Edmundsson, Arminia Bielefeld (GER)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ

Atgongumerki til UEFA Nations League dystirnar móti Aserbadjan og Kosovo kunnu keypast í Nethandilinum á FSF.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo