Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Ein sunnudag herfyri viðgjørdi Bergur D. Joensen kynslívið hjá mær og konuni í eini prædiku.

Hann helt at okkara kynslív var synd. Tað er møguligt at so er, men so má tað kallast ein deilig, uppbyggjandi og stimbrandi synd.

Nú kann man spyrja hví prestur brúkar tíð uppá eitt so lítið mál, í staðin fyri at fáast við aðrar meira moralskt niðurbrótandi syndir.

Alt bendir á at Bergur, hendan sunnumorgunin, hevur verið í einum kynsligum tronga.

Orsøkina til henda kynsliga tregað kenna vit ikki, men allar helst hevur konan kvøldi fyri nokta honum atgongd til “himmalsins dyr”.

Hví Bergur hevnir seg inn á meg og konuna, veit eg ikki. Vit vita okkum ikki at hava verið honum at meini við okkara lívi. Kanska er tað eitt róp um hjálp í allari neyðini.

Einastu ráðini eg kann geva honum, er at søkja sær kynsliga umlætting. Bispur man vita hvussu tað kann “fixast”.

Sosialurin viðgjørdi eisini hesa prædikuna, og har kom nógv skemtiligt burturúr.

M.a. heldur ein prestur, at um ein prestur IKKI avdúkar sína kynsligu neyð av prædikustólinum so er hann “trillrundur”.

Veruleikin er jú tann øvuti: Bergur avdúkaði sína ómettaðu kynsligu trongd júst tí hann var trillrundur – ja skrubbforvirraður.

Og so spyr hesin sami prestur,  um prestar – tá teir ikki kunnu avdúka sín kynsliga tregað  frá prædikustólinum – skullu prostituera seg?

Tað er jú tað ein prestur ger! Tað er hansara starv!

Meira skemt frá hesum sama presti: Hann gremur seg um at onkur brúkar LGBT sum religión.

Hvat um tað? Prestar hava í øldir havt jørð, pengar og verðsliga girnd sum religión.

Eg fari at skjóta upp at bispur setur á stovn eitt kynsligt forum, sum kann geva Bergi D. Joensen og øðrum illa trongdum prestum kynsliga umlætting. Tað ber jú ikki til at hansara andaligu tænarar ikki kunnu útinna sítt starv orsaka av ómettaðari kynsligari trongd.

Nokk fyri hesu ferð.

Seinni er ætlanin at viðgera hesa andstyggiligu skrevteologiina, sum Bergur er umboðsmaður fyri, og sum breiðir seg sum pest um samfelagið, og sum  friðhalgar hvønn peningagreðing, svindlara, fuppmakara osfr. so leingi teirra kynslív samsvarar við kynslívið hjá Bergi og øðrum andaligum og moralskum vesalingum.

Kristoffur D. Olsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo