Vit kunnu kanska ikki broyta heimin her og nú. Men vit kunnu øll byrja at arbeiða við málinum í dag.
- Mark Zuckerberg

VP spyr

NAVN / NR.FO

Lesarin skrivar

Tann 27.-29. juni vitjar nevndin í Norðurlandaráðnum fyri vøkstur og menning í Føroyum. Sendinevndin fer m.a. at vitja Vinnuhúsið, ALS og Vinnunevndina fyri at fáa betri innlit í føroyska arbeiðsmarknaðin.

Tað er gleðiligt, at nevndin velur at ferðast higar, tí Føroyar eru ein týdningarmikil partur av norðurlendska samstarvinum.

Í føroyska samfelagnum liva fólk tætt knýtt at náttúruni. Veiða av havtilfeinginum er tann týdningarmesta matvøran í Føroyum og er drívmegin í føroyska búskapinum. Tað norðurlendska samstarvið eigur at verja henda rætt, soleiðis at føroyska fólkið framvegis kunnu gagnnýta tað tilfeingið, ið hevur gjørt landið sterkt og ríkt.

Tí hyggja vit við ótta at menningini seinastu árini, har umhvørvisaktivistar hava verið í landinum við tí endamáli og blanda seg uppí og órógva tað siðbundna føroyska grindadrápið. Greinar og viðmerkingar breiða seg á netinum, har tað føroyska fólkið verður lýst sum villmenn, drápsmenn og tilafturskomin.

Útvortis sýnið á Føroyar og tað siðbundna grindadrápið, verður harðliga átala á sosialum miðlunum og teir brátt 50.000 íbúgvarnir hava torført við at grundgeva fyri sínum sjónarmiðum, tá aktivistafelagsskapir sum Sea Sheperd spjaða falskar upplýsingar og propaganda fyri at røkka síni egnu áhugamál. Tað føroyska fólki følir seg órættvíst umboðað í tí altjóða kjakinum. Eftir hvørjum ári standa føroyingar eftir við einum óhepnum umdømi í tí altjóða myndini av Føroyum.

Hetta hendir hóast, at tilfeingið á hvalinum verður gagnnýtt so væl sum gjørligt og at avlívingin hendir við stórum atliti til djóravælferð og burðardygd. Tað føroyska grindadrápið er ikki vinnuligt og tey, ið avlíva djórini, eru góðkend og brúka nútímans útgerð. International Whaling Commission (IWC) meta, at grindastovnurin í føroyskum sjógvi er umleið 100.000 hvalir. Í miðal verða 800 av hesum veiddir í Føroyum. Føroyska grindadrápið verður tískil framt á ein ábyrgdarfullan og burðardyggan hátt.

Tey føroysku ungmannafeløgini hava inni um karmarnar fyri okkara felagsnorðurlendska samstarv, arbeitt hart fyri at lýsa tað trýstið, ið føroyska samfelagið verður útsett fyri av umhvørvisaktivistum.

Vegna teirra arbeiði stuðlar nú Ungdómsnorðurlandaráðið (UNR) hesum máli og fara at arbeiða fyri at hvalaveiða framvegis hevur góð kor. UNR stendur saman við teimum føroysku ungmannafeløgunum og viðurkenna hervið rættin hjá Føroyum og øðrum norðurlendskum londum at gera gagn av teirra nátúrliga tilfeingi, so longi at veiðan er burðardygg fyri stovnin. Vit vilja á hendan hátt standa saman yvirfyri teimum felagsskapum og stjórnum, ið átala og virka fyri at steðga hesum rætti.

Carl Olehäll
Limur í formansskapinum hjá Ungdómsnorðurlandaráðnum (UNR) og limur í nevndini fyri vøkstur og menning í Norðurlondum

Framsøkin Ung
HUXA
Sosialistisk Ung
Unga Samband
Unga Tjóðveldið
Unga Sjálvstýri
Ung fyri Miðflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann