Um eingin Gud var, so vóru heldur eingir gudsnoktarar
- G. K. Chesterton
Innlendis ítróttur

- Ímóti einum tekniskt rímiliga góðum liði sum Malta, sum leggur stóran dent á at hava leikarar við góðum bóltførleikum á øllum plássum á vøllinum, so er ein føroyskur sigur als ikki sjálvskrivaður. Men um Føroyar spæla við einari høgari leikferð og leggja nógv fyri í tí kropsliga partinum, so skuldi tað vónandi verið nóg mikið til at tryggja ein frálíkan sigur.

Hetta sigur Isaac Roblett, sum skrivar um føroyska landsliðið fyri Local.fo.

Leygarkvøldið bresta Malta og Føroyar saman fyri 3. ferð innan eitt ár, hesaferð í EM-undankappingardysti í bólki F.

Nations League dystirnir ímillum Føroyar og Malta í heyst endaðu við ávikavist 3-1 sigri til Føroyar á Tórsvølli og 1-1 javnleiki niðri á Malta, og væntar Roblett, at dysturin leygarkvøldið (og heimadysturin ímóti Malta í oktober) er besti møguleikin hjá Føroyum at fáa stig í hesum bólkinum.

Føroyar eru í bólki saman við Spania, Noregi, Svøríki, Rumenia og Malta.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo