Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Fitt av fólki var komið saman í Vaglinum í dag í sambandi við 1. mai dagshaldið, sum Havnar Arbeiðarafelag skipaði fyri.

Marius Rein (les røðuna her), fyrrverandi løgtingsskrivari, Karin Kjølbro, fyrrverandi løgtingskvinna, og Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, hildu røðurnar.

At tíðirnar eru góðar í Føroyum í løtuni fekst ein greið ábending um undir røðunum, tí fyri uttan nøkur einstøk lutfalsliga tom sløg frá Karini Kjølbro eftir høgraveinginum (sum ikki er í samgongu í løtuni), fekk samgongan ikki av grovfíluni frá nøkrum av røðarunum.

Hvørt politikarar høvdu fylt meira í røðunum, um eitt høgrastýri hevði sitið við valdinum, er sjálvsagt ikki til at vita, men undir øllum umstøðum løgdu Rein og Kjølbro størstan dentin á tann søguliga partin í røðum teirra.

Um stríðið hjá arbeiðararørsluni í Føroyum í 1900-talinum.

Súni Selfoss helt kanska ta mest áhugaverdu røðuna, sæð frá einum frameftir lítandi sjónarhorni.

Hann greiddi frá teimum mongu avbjóðingunum, sum fakfeløgini enn hava, og um týdningin av, at fólk skipa seg í felag.

- Tað er ein grundleggjandi misskiljing, at fakfeløg ikki hava nakað at stríðast fyri longur, tí at stættastríðið er avblást, segði Selfoss og legði aftrat:

- Avbjóðingin hjá fakfelagsrørsluni hevur tvørturímóti ongantíð verið størri enn nú, tí at arbeiðsmarknaðurin er og fer at vera meira óútrokniligur og ótryggur enn hann hevur verið leingi.

- Eitt nýtt hugtak, prekariatið, hevur av álvara gjørt innrás á arbeiðsmarknaðinum í vesturheiminum. Nýggju dagleigararnir, verða tey rópt. Fólk í ótryggum og tíðaravmarkaður størvum, har rætturin til løn undir sjúku, barsilsrættindi og rætturin til eftirløn avgjørt ikki eru nøkur sjálvfylgja.

- Fólk, sum liva í støðugari óvissu um framtíðina og av náði frá sínum arbeiðsgevarum. Og tí aftra seg við at gera síni rættindi galdandi sum starvsfólk.

- Ongantíð meira enn nú er tørvur á, at fólk skipa seg í felag og at fakfeløgini brynja seg at taka ímóti nýggjum avbjóðingum á einum arbeiðsmarknaði í stórari broyting.

- Tær gomlu stríðsbarrikadurnar eru ikki burtur. Tær eru bara fluttar, og fakfeløgini hava fingið og fara at fáa nýggja stíðsmót, nýggjar frontar, at stríðast á, segði Súni Selfoss millum annað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo