Eg má stýra klokkuni, so hon ikki stýrir mær
- Golda Meir
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Nú kom bók um skattamálið hjá Betri – bygd á eina lygn – og nú vassar Jan Lamhauge enn longur út.

Fakta í málinum er:

Finansiel Stabilitet stovnaði 14. oktober 2010 eitt partafelag við 2,0 mia. kr. í inngoldnum menniskjapengum í partapeningi – ein bankaflyting frá eini konto til eina aðra.

Hetta partafelag – nú P/F Betri Banki, tá Eik Banki Føroya P/F – keypti øll aktiv, sum vóru 11,4 mia. kr. og øll passiv, sum eisini vóru 11,4 mia. kr., við yvirtøkudegi pr. 1. oktober 2010 frá gamla Eik Banka, og vil tað siga, at bankin aftaná keypið hevði eina eginogn uppá 2,0 mia., sum stava frá inngoldna partapeninginum.

Keypspeningurin er ongantíð broyttur.

Hetta svarar til, at ein privatpersónur keypur ein bil fyri 11.400,- kr. og yvirtekur lán í bilinum fyri 11.400,- kr. Hann betalur einki kontant.

Tann 30. november 2010 kl. 8:30 er nevndarfundur í bankanum í hølunum hjá Finansiel Stabilitet (FS) í Keypmannahavn.

Øll nevndin – við undantaki av einum – var møtt, og skrivaði Astrup sum stjóri í bankanum fundarbókina.

Av henni gongur fram:

”Regnskabsafdelingen havde foretaget en opdeling af resultatet på perioden før og efter 14. oktober. Bestyrelsen fandt ikke opdelingen relevant. Forholdet er det, at Eik Banki P/F ultimo september 2010 bitinget afhændede banken, og at betingelserne den 14. oktober 2010 kunne anses som opfyldt. Realiteten er imidlertid den, at FS, ved Eik Banki Føroya P/F, allerede primo oktober 2010 overtog driftsrisikoen på banken. Balancen, der ultimo oktober 2010 var opgjort … . Den bogførte egenkapital på 2 mia. kr. kunne i alt væsentligt henføres til FS kapitalindskud i forbindelse med overtagelsen af Eik Bankis virksomhed”.

Disse vare ordene sum Astrup skrivaði, nemliga at uppbýtið fyri og eftir 14. oktober 2010 var irrelevant, at bankin 31. oktober 2010 hevði eina eginogn upp 2 mia. kr.

Mikudagin 8. desember 2010 var fundur á Hotel Føroyum, har leiðsla bankans – les Astrup – legði fram eina Management Presentation, dagf. 7. desember 2010.

Av hesum skjali frá Astrup verður eginognin í nýggja Eik Banka 31. desember 2010 mett til kr. 2,045 mia., ið stavar frá kontant inngoldnum partapeningi kr. 2,0 mia., og einum rakstrarvinningi í 4. kvartal uppá 41 mill. kr. , og

fyri 2011 fór eginpeningurin at vera 2,178 mia.

fyri 2012 fór eginpeningurin at vera kr. 2,322 mia.

fyri 2.013 fór eginpeningurin at vera kr. 2,475 mia.

Kann tað hugsast, at Astrup hevur sagt ósatt yvurfyri nevndini? Nei, ella yvirfyri einum komandi keypara? - Neyvan, men tað er lættari at billa Jan Lamhauge okkurt inn, sum Jan ikki hevur skil fyri.

Tá bankin so seinni kom við 1. ársroknskapinum 31.12. 2011, var eginognin komin niður á 1,5 mia. kr.

Hvussu tað letur seg gera, tá bankin ikki hevur útgoldið vinningsbýtið ella sett partapeningin niður, mangla vit eina frágreiðing uppá frá Astrup og Jan.

Sjálvandi er tað eitt tap, sum bankin hevur havt. Einki annað ber til roknskaparliga.

Sum dømi um eitt av stóru tapinum – kanska tað stórsta – hjá bankanum, var eitt útlán til Sydporten, har Astrup sum stjóri í bankanum ultimo desember 2010, seldi útlánið til kurs pari, ella fyri tað, sum tað úlánið var uppá.

Seinni í januar/februar 2011 varð søluupphæddin broytt frá 90 til 6 mill. kr., soleiðis at bankin uppá hetta útlánið fekk eitt tap uppá 84 mill. kr., og var m.a. við til, at eginognin kom niður á frammanfyrinevndu 1,5 mia. kr.

Men Astrup var ongantíð stjóri í gamla Eik, so har kann tapið ikki vera.

Alt hetta veit Jan Lamhauge, og allíkavæl pástendur hann, at bankin ikki átti tapið í roknskapinum, men flytur tað yvir til ein annan juridiskan persón og eitt annað felag – gamla Eik.

Hetta er lygnin, sum hann fær eina heila bók burturúr. 

Juridiskt kann eingin flyta eitt hall frá einum felag til eitt annað, men tvey feløg kunnu gott hava hall av sama tapi.

Betri Banki hevði tap yvir eginognina vegna av- og niðurskrivingar í rakstrinum, meðan FS hevði eitt ikki staðfest tap sum partaeigari, umvegis konsolidering sum partaeigari av bankanum.

Tá ið nú tapið var í Betri Banka, verður sjálvandi spurningurin – sum hjá øllum feløgum -  hvussu tapið skal viðgerast skattligt, og her eru allir partar – Bankin, Deloitte, Price Waterhouse, Taks og Spekt samd um, at tapið skal viðgerast skattligt, tí okkurt er tað, antin vanligt tap at draga frá, ella  virðismett goodwill, men í øllum førum ein juridiskur skattligur spurningur – ein spurningur um hvussu skattalógin skal tulkast.

Tað hevur ongantíð nakað við svik at gera.

Jógvan Páll Lassen  
    

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo