Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand
Politikkur

Nú amerikanski forsetin Donald Trump hevur viðurkent, at Jerusalem er høvuðsstaður í Ísreal, og boðað frá, at hann hevur flutt ta amerikonsku sendistovuna í Tel Aviv til Jerusalem, hevur Steffen Jensen, serfrøðingur í Miðeysturviðurskiftum hjá TV2, givið nøkur boð uppá, hvørjar avleiðingar avgerðin hjá Trump kann fáa, og hví hann yvirhøvur hevur valt at blanda seg í hetta stríðið ímillum ísrealittar og palestinensar.

Harundir sigur hann millum annað, at...

- Tað vanliga hevur verið, at skuldi man gera sær vónir um at loysa Miðeystur-spurningin, skuldi man loysa spurningin um Jerusalem sum tað allarseinasta, av tí at hetta er ein so eymur spurningur. Tað, sum Trump ger nú, er beint tað øvugta. Hann tekur spurningin um Jerusalem sum tað fyrsta. Við hesum er eisini vandi fyri, at partarnir aldrin koma aftur til samráðingarborðið.

- Tað er eitt ella annað við Jerusalem, sum fær fólk at fara frá viti og skili. Jerusalem er ikki bara ein býur, sum tvær tjóðir stríðast um. Tað er eisini ein heilagur býur fyri tríggjar átrúnaðir. Palistinensarar hava longu útnevnt hesar næstu tríggjar dagarnar til at vera sonevndar vreiðisdagar. Hetta leiðir fram til fríggjadagsbønina, har vandi er fyri, at tað kann ganga heilt galið.

- Men ein kann bert spekulera uppá, hvørja avleiðingar avgerðin hjá Trump at viðurkenna Jerusalem sum høvuðsstað í Ísrael kemur at merkja uppá longri sikt.

Steffen Jensen leggur aftrat v.v. motivunum hjá Trump fyri at taka hesa avgerðina, at...

- Eg trúgvi, at tað snýr seg fyrst og fremst um innanríkispolitikk. Hendan avgerðin var ein av mongum, sum hann lovaði undir valstríðnum. Tað hevur ikki gingið so væl hjá honum at fáa avgerðir ígjøgnum í USA, so nú heintar hann við hesum ein lutfalsliga lættan sigur í Miðeystri, sum haraftrat kemur at fella í góða jørð hjá kristnum og borgarligum kjarnuveljarum.

- Fyrrverandi forsetar hava altíð gjørt tað, sum vanligt er, við at samráðast út í tað óendaliga, men nú kemur Trump burtur úr ongum, sum ein annar Klods Hans, og ger tingini uppá sín heilt serliga máta. Og hvør veit, kanska tað er tað, sum skal til. Man kann vóna, at hendan heilt merkverdiga nýhugsanin frá Trump kann skaka partarnar somikið nógv, so at teir kanska fara at hugsa, at nú vit mugu sjálvir fáa eina avtalu í lag, áðrenn Trump kroystir fleiri avgerðir yvir høvdið á okkum, sigur Steffen Jensen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo