Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Lesarin skrivar

Tað sum  komið er fram í seinasta hoyringsskrivi frá fiskivinnunýskipanarbólkinum, seinnu dagarnar um broytingar, sum ætlanin er at gera í føroyskari fiskivinnu, ger, at eg kenni meg noyddan  at gera vart við, at tað sum liggur í kortunum, verður ein katastrofa fyri føroyska samfelagið.

Tí fari eg inniliga at heita á politisku skipanina, um ikki at kollvelta grundarlagið undir vælriknu føroysku fiskivinnuni over night, sum ætlanin er. 

Hví skal hetta gerast í so mikið stórum skundi, at tað hóttir okkara lívsgrundarlag?

At broytingarnar skulu trumfast ígjøgnum eftir alt ov stuttari tíð, er so mikið álvarsamt, at tað kann samanberast við, at vit lata børn spæla við eld uttan eftirlit.

Eg fari her at nevna nøkur av fleiri vandamálum, sum liggja fyri framman, um broytingarnar verða framdar eftir alt ov stuttari tíð.

Tað sum er uppá tal, er at fara frá eini fiskidagaskipan til eina kvotaskipan. Øll sum hava verið til fiskiskap undir Føroyum, vita at tað slepst ikki undan blandingsfiskiskapi. Tað vil siga, at vit altíð fáa fleiri sløg av fiski og nógvar ymiskar støddir. Hetta er galdandi fyri bæði línu- og trolfiskiskap. Hetta var orsøkin til, at vit fingu fiskidagaskipanina, hóast danir upprunaliga kravdu eina kvotaskipan.

Tí er ein av mínum spurningum, hvat er broytt, hvat er tað sum ger, at nú er ein kvotaskipan betur enn ein fiskidagaskipan?

Ynskir man eina uppboðssølu, so vil tað ikki siga tað sama sum, at tað er lættari at selja kvotur enn fiskidagar.

Verður fiskivinnan broytt sum ætlað, so er upplagt, at tey sum reka fiskivinnu í Føroyum fara í eitt samstarv, sum hevur til endamáls at halda fiskaprísin langt niðanfyri núverandi prísir.

Og tá hýran hjá manningini altíð er í mun til tað, sum lastin verður seld fyri, so verður lítið at liva fyri hjá teimum, sum manna føroysk fiskiskip. Hetta svara til  “800-1000 “ familjur.

Øll vita, at føroyskir fiskimenn hava eitt sera gott umdømi í okkara grannalondum, og tí vil ein avleiðing vera, at føroyskir fiskimenn leita sær burtur í onnur lond, har hýrurnar eru munandi betur enn tær, sum vera galdandi umborð á føroyskum skipum í framtíðini.

Ein avleiðing av hesum vil vera, at føroyskir reiðarar verða noyddir at fáa skipini mannað við útlendingum.

Eg havi noterað mær, at tað er ikki POSTIVT nevnt í hoyringsskrivinum hjá fiskivinnunýskipanarbólkinum, at manningin á føroyskum fiskiskipum skal lønast eftir sáttmálunum hjá føroysku manningarfeløgunum.

Ynskja føroyskir politikarar eina slíka loysn?

Eg haldi, at vit áttu at lært av tí óskili, sum hevur valdað umborð á nøkrum skipum, sum hava fiskað í føroyskum sjógvi, og undir føroyskum flaggi, tað var og er av sonnum ein fúl skomm fyri føroyskt lógarsmíð.

Tórshavn tann 23. september 2016
Vegna
Føroya Skipara- & Navigatørfelag
Annfinnur Garðalíð, formaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo