Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Útlendis ítróttur

35 ára gamla brasilianska fótbóltslegendan Kaká, sum vit helst kenna best frá brasilianska landsliðnum, Real Madrid og til síðst, men ikki minst, AC Milan, hevur í dag boðað frá, at hann setur skógvarnar á hillina og gevst sum yrkisfótbóltsleikari.

Kaká hevur hesi seinastu trý árini spælt við Orlando City í bestu amerikonsku deildini, MLS.

Kaká spældi í tveimum umførum við AC Milan, har hann skjeyt tilsamans 104 mál í 307 dystum. Á brasilanska landsliðnum skjeyt hann 29 mál í 92 dystum. Í Real Madrid hilnaðist ikki eins væl hjá honum vegna skaðar - har skjeyt hann 29 mál í 120 dystum í tíðarskeiðnum 2009-13.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo