Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Lesarin skrivar

Ein kann ímynda sær tann hugnaliga og vælkenda fyrrverandi bankastjóran (og við nógvum, nógvum øðrum titlum), og núverandi sannheitsorakul hjá okkara alra KVF, harra J. Astrup, sitandi við peisuna við beinunum uppi á skamlinum við onkrum hugnaligum lesnaði, lurtandi eftir góðum tónleiki, tónandi út úr B&O anlegginum.

Kanska lurtar hann eftir tí gomlu operettuni hjá Gilbert & Sullivan, H.M.S.Pinafore.

Eitt vælkent lag, When I Was a Lad, (á donskum: Admiralens Vise) ljómar hugnaliga út í stovuna.

Tankarnir fara á flog, og hann hugsar um sín góða skutilssvein, smírist ett sindur burturvið øðrumegin, hyggur eftir smáu krosstrøunum við træðrunum hangandi úr.

Hann tekur krosstrøini upp og flennur eitt sindur.

Í endunum hongur Jan Lamhauge.

Eitt sindur inspireraður av tí góða tónleikinum, og kanska einum góðum glasi, fer hann at murra fyri seg sjálvan.

So koma orð til hansara:

Lag: When I was a Lad (Admiralens Vise)

Jan Lamhauge spjætter i mine snor’
Og hele KVF de synger højt i kor
Når jeg har dømt er der ingen der spør’
Der er nemlig overhoved ingen a’ dem der tør’

(Kór, endurtøka)

Jan gi’ nu EIK ukritiseret ris
Så får du alletiders journalistisk pris


Hoyvík, 10/11-17
Jan Bendtsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo