Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa
Onnur tíðindi

Illveðrið Lekima rakti Kina harðari enn roknað var við í morgun, við orkan á styrki 3 og vindi á 52 metur per sekund.

Higartil eru 18 fólk deyð og 14 fólk eru saknað.

Tá ið Lekima rakti býrin Wenling tíðliga í morgun feldi hon fleiri túsund trø, og yvir ein millión íbúgvar máttu úr heimum sínum. Vatn og vindur hava gjørt at 2,7 milliónir íbúgvar hava ongan streym.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo