Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Vinna

Íverksetarahúsið, Vinnuframi og Visit Faroe Islands samstarva um nýggjan føroyskan crowdfunding portal, við navninum Hópfígging. Íverksetarahúsið umsitur portalin í samstarvi við íslendsku fyritøkuna Karolina Fund, sum hevur ment portalin.

Hópfíggingarportalurin verður kunngjørdur í Íverksetarahúsinum týsdagin 08.oktober 2019, kl.14:00, og tað verður Helgi Abrahamsen landsstýrismaður í vinnu- og umhvørvismálum, ið kunnger portalin.

Hevur tú ein dreym um at gerast íverksetari ella eina vón um at júst títt hugskot gerst væleydnað?

Nú er møguligt at fáa fíggjarligan stuðul til tína værkætlan, uttan at fara ígjøgnum ta vanligu, og til tíðir truplu mannagongdina við at lána pening í bankanum ella søkja stuðul frá ymsum aktørum.

Við Hópfígging ber til at fáa tína verkætlan fíggjaða, ígjøgnum smærri mongdir av kapitali frá fleiri íleggjarum/stuðlum. Við hópfígging er møguligt hjá einum og hvørjum at stuðla, teimum verkætlanunum sum fangar teirra áhuga.

Hópfígging virkar soleiðis, at ein og hvør við einum góðum hugskoti til eina verkætlan, er vælkomin at leggja sítt hugskot út á hópfíggingarportalin, og soleiðis søkja fígging til sína verkætlan.

Verkætlanareigarin kann lýsa sína verkætlan á portalinum ígjøgnum tekst, myndir, video osfr.

Harumframt verður tað lætt og ómakaleyst at deila verkætlanina á teimum sosialu miðlunum.

Endamálið við Hópfígging er at stuðla og menna íverksetan í Føroyum, við at gera tað lættari hjá íverksetarum og íleggjarum at finna hvønn annan, og harvið geva íverksetum møguleika at deila síni góðu hugskot, og samstundis fáa fígging.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo