Arbeiði spillir ongan
- føroyskt orðatak

VP spyr

NAVN / NR.FO

Mítt tastatur

Tað var rættuliga margháttligt at síggja einsíðaða kjakið í Kringvarpinum týskvøldið.

Kringvarpið hevði í bestu senditíð fingið tríggjar “fyrrverandi” politikarar at umrøða spentu politisku støðuna, nú landsstýrið var farið til Suðuroyar at snikka eina “nýskipan av fiskivinnuni” saman, sum tó ikki fæst semja um.

Tosið millum hesar tríggjar fyrrverandi var fullkomuliga veruleikafjart, og samrøðan teirra millum var eisini so ullint, at síggjarin fekk hvørki høvd ella hala á, hvør boðskapurin var.

At hesir “fyrrverandi” settu seg at viðgera, um Høgni Hoydal er politiskt flogvit ella idiot, var tó rættuliga skemtiligt.

Høgni er hvørki flogvit ella idiot. Men eitt er púra vist: Høgni Hoydal hevur ongantíð fingið nakað sum helst ígjøgnum í sínum politiska lívi.

Høgni hevur verið eitt flogvit at pumpa ballónir upp, vit minnast loysingar-ballónina sum brast, og so nýggja pelagiska-ballónin, sum óivað eisini brestur heilt skjótt.

Veruleikin er, at Høgni hevur gjørt eitt uppskot til nýskipan sum ongin vil hava.

Uppskotið er harafturat ein skipan, sum ongin í heiminum áður hevur roynt.

Uppskotið hevur verið til hoyringar hjá myndugleikum, stovnum, arbeiðsgevarafelag, reiðarafelag og fakfeløgunum.

Niðurstøðan er, at ongin – lat okkum endurtaka: ongin – vil hava ta skipan setta í verk, sum Høgni hevur skotið upp.

Fiskivinnan, sum ongantíð í Føroya Søgu hevur gingið so gott sum júst nú, skal kollveltast.

Uppskotið tykist hava eitt høvuðsendamál:

At niðurbinda verandi aktørar fyri at geva pláss fyri “nýggjum aktørum”. 

Moralurin hjá Eidesgaard, Jacobsen og Dahl tyktist verða: Nú er bara hjá Høgna at lora eitt sindur, so fáa vit eina uppboðssølu. Høgni fer í søguna sum politiskt flogvit.

Er tað ábyrgdarfull og demokratisk mannagongd at gera Høgna Hoydal til politiskt flogvit við at loyva honum at trumfa eina skipan ígjøgnum, sum ongin vil vita av.

Hetta var uppskriftin hjá Tobba: Høgg ein hæl og sker eina tá, so eru øll glað.

Hvat við at fylgja vanligum mannagongdum og taka hoyringspartarnar í álvara og fara í ein dialog við vinnuna um eina skipan sum letur seg gera at gjøgnumføra.

At trumfa eina skipan ígjøgnum í okkara høvðusvinnu, sum ongin vil hava, letur seg snøgt sagt ikki gera.

Hetta fæst Høgni neyvan til at fata, men hesir “fyrrverandi” áttu í hvussu so er verið førir fyri at skilt hetta.

Eitt annað flogvit

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann