At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Útlendis ítróttur

Áki Egilsnes (vm) hevur spælt við KA í Akureyri í eitt ár, Allan Norðberg síðani í august. Mynd: VP.FO

Ormurin Langi hjá Týr dynjaði úr hátalarunum tá vit komu innar í høllina hjá KA, hondbóltsfelagnum á Akureyri, har tveir føroyingar spæla í bestu deildini. Íslendingar duga at skapa rætta stemningin til ein hondbóltsdyst.

Hóast kappingin júst er byrjað, so var dysturin ímóti IR úr Reykjavík týdningarmikil at vinna. 

-Hetta er eitt sindur sum Havnin ímóti Klaksvík, fortaldi Áki Egilsnes okkum, tá vit vitjaðu í felagshølunum hjá klubbanum eftir dystin.

Og dysturin var ikki nógv meira enn hálvan minutt gamal, tá sami maður, sum er úr Vestmanna, men hevur leikt við KA í eitt ár ella so, setti íslendska liðið, sum flutti upp í fjør, á odda 1-0. Saman við honum hevur eisini strandingurin Allan Norðberg verið á liðnum í góðar tveir mánaðir. 

Í hálvleikinum var støðan 12 - 10 til heimaliðið, men tíðliga í seinna hálvleiki komu gestirnir úr Reykjavík framum, og tað tók at dragna so mikið, at tygara útsendi ikki ivaðist í, at útiliðið fór at vinna. KA fekk ov lítið burturúr og brendi eisini okkurt brotskast, ímeðan IR dugdi betri við sínum møguleikum. 11 minuttir áðrenn dystarlok var IR 4 mál frammanfyri, og tey flestu í høllini mundu ivast alvorliga í, um heimaliðið megnaði at gera seg galdandi aftur.

- Kaua, kaua rungaði í allari høllini saman við trummusláttri, tónleiki og spikara, sum kanska alt til samans var eitt hakk meira enn vit eru von við heima í Føroyum. 

Og so hendi tað, sum ger hondbóltin til eitt so intensivt og spennandi spæl. Ikki minst føroyingunum fyri at takka, teir mundu eiga ein lítlan helming av øllum málunum tilsamans hjá heimaliðnum, eydnaðist KA at javna í allar seinastu sekundunum áðrenn liðugt var, og frøðin hjá øllum viðhaldsfólkunum var nærum endaleys.

Nakrir føroyingar vóru til dystin í dag, og aftaná vóru føroysku leikararnir í KA bæði blíðir og týðir, bjóðaðu at síggja felagshølini har teir hava allar hentleikar, og eisini meira enn føroysk lið munnu vera von við, til dømis gosbað og massasju. Har var eisini pitsa og cola í stórum mongdum sum ein av sponsorunum, matstovan Greifinn syrgir fyri.

- Men tað kann eisini vera strævið, sigur Áki. Ísland er stórt. Liðið úr Reykjavík er komið í bussi í dag - ein túrur uppá einar fimm tímar, og fer aftur til Reykjavíkar beint eftir dystin.

- Vit flúgva vanliga ikki men koyra buss, tað kann vera nokkso troyttandi.

Tíðliga í morgin árin skulu føroyingarnir til Reykjavíkar og síðani til Danmarkar, har teir skulu spæla landsdyst við landsliðnum, fyrst ímóti Danmark í Danmark og seinni eisini ímóti Montenegro í Montenegro.

Íslendsk hondbóltsfeløg hava vanliga góðar fasilitetir at bjóða sínum leikarum. Mynd: VP.FO

Føroyingarnir sum spæla við KA í Akureyri vóru óføra blíðir eftir dystin og bjóðaðu til ábit í klubbahølunum. Mynd: VP.FO

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo