Dárin heldur væl standa til, um tað er eydnast honum at svara onkrum illa aftur
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

76 ár eftir, at føroyingar strikaðu danabrók og løgdu til brots út í seinna bardaga við føroyskum merki á sluppum og trolarum, ætla danir at fara at flagga við tí.

Tað hava teir ongantíð gjørt áður.

Teir skerdu juridiska virðið í tí við heimastýrislógini í 1948 og hava síðan tá ongantíð virt tað meira enn eina tvøgu.

Hvussu man tað bera til, at teir fara at flagga við tí nú?

70 ár eftir, at vit við fólkaatkvøðu søgdu nei at vera saman við Danmark - og danskir myndugleikar róku føroysku tingmenninar til hús - ætlar Danmark at flagga við føroyska merkinum á ólavsøku.
Er tað ikki løgið?

65 ár eftir, at Rolf Krage lá við løddum kanónum á Klaksvíkini at berja niður eina føroyska bygd, tí bygdarfólkið hevði sína meining um ein lækna - vilja teir nú flagga við føroyska merkinum á ólavsøku.

Hví hava teir ikki gjørt tað fyrr?

Er tað bara eitt fikst hugskot, nú Løkke gongur á fjall við Gjógv, er giftur abbadóttir Sigurð Joensen, og ikki vil vera tann forsætismálaráðharri, ið misti hjálondini?

Nei, tvætl - tað er ov langt úti.

Eg haldi, vit skulu siga Løkke & co, at vit vilja ikki hava, at teir flagga við okkara flaggi á almennum donskum stovnum uttan so, at løgtingið hevur samtykt tað. Tí tað er at látast at vilja viðurkenna okkurt, teir ongantíð hava viðurkent, og ongantíð fara at viðurkenna fyrr enn tann dag, ið vit lýsa fullveldið Føroyar.  Líka til ta løtuna fer Merkið í Danmark at hava sama status sum flaggið hjá BR-leikum.

Vit mugu minnast til, at tað var bara eitt land í heiminum, sum noktaði okkum flaggið í 1940  -  tað var Danmark. Einkið annað land í heiminum setti upp ímóti tí.

Hevði Danmark fingið sín vilja, høvdu vit einki flagg. Vit høvdu onga ímynd havt, ið boðar frá okkum sum serstakari tjóð.  Og høvdu danir fingið sín vilja, høvdu vit ongantíð fingið høvdið fyri okkum sum fólk. Bretar vóru sterkari og brúktu sín trumf, og tað gjørdi, at vit fingu flaggið, og at danir máttu lúta. Sjálvt meðan vit sigldu í krígnum undir merkinum, viðurkendu danir tað ikki. 

Tað er bara eitt land í heiminum, sum hevur sett seg upp ímóti øllum teimum ynskjum - vit sum tjóð hava havt at broyta okkara støðu í heiminum í mong Harrans ár. Tað er Danmark. Teir hava sett seg upp ímóti øllum, sum hevur havt týdning fyri okkum sum tjóð. Teir hava sagt nei til alt, ið hevur havt stóran týdning, samstundis sum teir hava kyrrað okkum við pengum afturfyri fyri hetta og hitt. Teir hava enntá sett hernaðarútgerð upp her og gjørt okkum til bumbumál, uttan okkara samtykki - og givið okkum nakrar krónur afturfyri.

Alt tað, vit ígjøgnum søguna hava viljað, hevur eitt einasta land í heiminum sett seg upp ímóti - og tað er Danmark. Einasta forðing fyri einum sjálvbjargnum Føroyum, ið kunnu virka frítt á heimspallinum, er Danmark. Teir hava ongantíð eftirlíkað okkum uttan svørðslag nakað sum helst. Vit hava ikið á knøum og biddað og neyrast um hetta og hitt og hava takkað miriliga, tá ið danir hava lovað okkum hetta og hatta. Teir hava ongantíð við stórsinni játtað nakað sum helst.

Og danir vita, at Rigsfællesskabet er farið at skinkla í kongunum, at føroyingar eru á beinari leið, hóast gongdin mangan er trek og tung, ímóti fullveldi. Og tað er ein vanlukka fyri Danmark, tí hendir tað, at donsku koloniirnar loysa seg úr ríkinum, smokkar Danmark saman, sum kjaftur á tannleysum gamalmenni. Og tað gera teir alt fyri ikki skal henda.

At flagga á donskum stovnum á ólavsøku við føroyska merkinum er ikki ein viðurkenning. Sonevndi Rigsfællesskabet fær sítt make-up, men hann viknar, tí hann er treytaður av, at danir  ráða yvir øllum Norðuratlantshavi, sum teir altíð hava gjørt - Men tíðir broytast, og danir fara um stutta tíð ikki at ráða her.

Fólkið í Føroyum er nú ov mikið væl at sær komið til at lata onnur keypa fullveldi og sjálvsavgerðarrætt tess fyri nakrar hundrað milliónir um árið. Einki at sær komið fólk selur sín sjálvsavgerðarrætt fyri somu upphædd, sum tvey uppsjóvarskip kunnu fiska fyri árliga. Eisini tann tíðin er farin. Tað gongur við fullari ferð burtur úr tí armóðsligu stakkalastøðuni. Og tað síggja danir.

Tað ræðast danir, og tí fara teir at flagga við okkara flaggi og látast viðurkenna okkum, bjóða okkum betri sømdir so og so, biðja kanska krúnprinsin fara í várgongu saman við gjáarmonnum, lova okkum at vera eygleiðarar á stórum fundum, bjóða okkum at sita undir liðini á donskum embætisfólki í nevndum og ráðum. Men tað er ikki nóg mikið longur. Tíðir broytast. Tíðin er farin, tá ið tað var nóg mikið.

At flagga við Merkinum um alt Danmark á ólavsøku er liður í fiksum donskum hjálandapolitikki, sum enn eina ferð ber okkum blak fyri eyguni.

Jonhard Mikkelsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo