Tá ið ein kona ikki klárar børnini, byrjar hon at uppdraga mannin
- Stella Bing
Lesarin skrivar

Tað var frálíkt at frætta, at skotski loysingarflokkurin SNP aftur fekk dygga undirtøku millum manna á tjóðartingsvalinum tann 5. mai í fjør. Flokkurin, sum hevur sum stavnhald at skipa Skotland sum frælst land.

Eisini er at fegnast um, at tað er ein annar flokkur í skotska tjóðartinginum – tey Grønu – ið eisini hevur sum stevnu at skipa Skotland sum sjálvstøðug land. Vónandi kunnu hesir báðir loysingarflokkar samstarva í einari nýggjari samgongu. Ikki eiga at ganga ov nógv ár til farið verður undir at skipa fyri eini nýggjari fólkaatkvøðu, har skotar taka yvir landið frá onglendingum.

Áðrenn tílíka fólkaatkvøðu má dentur leggjast á at skipa landið eftir norðurlendskum leisti, har gjógvin millum tey, sum eiga nógv og tey, ið hava minni um hendur av peningi, gerst minni. Tað tykti mær var støðan í nóg so stóran mun, tá ið eg búði og arbeiddi veturin 2004/2005 í Skotlandi. Har kundu vit føroyingar víst á, hvussu okkara vælferðarsamfelag er skipað. Eg ivist onga løtu í at síðan SNP fekk avgjørdan meiriluta í Holyrood í 2011, er rættilig gongd komin á at leggja lunnar undir eitt samhaldsfast skotskt samfelag, har ójavnin gerst alsamt minni millum fólk.

Tað er umráðandi at fáa framt, tí eydnast tað, so gerst fólkið vónbjart og so er ein nýggj fólkaatkvøða í eygsjón, har landið endaliga verður tikið yvir. Og vælsignaðir grannar og tit, sum hava valdið í Holyrood, latið tykkum ikki ræða av eini enskari stjórn, ið nú situr við valdið og sum hevur sum mál at  studna tey, sum eiga nógv. Latið tykkum ikki taka av fótum av rakstrarrópum úr Westminster um sannan neyðarstand, verður landið frælst, tit, ið vilja ganga á odda fyri einum frælsum Skotlandi, har gott er at búgva hjá øllum.

Sum føroyingur at búgva í ófrælsum landi líkum Skotlandi er einki verri, ein kann ynskja sær. Tó er ein bati at hóma, nú nýggj samgonga er skipað við tveimum loysingarflokkum. Eitt týdningarmikið mál, sum teir ætla at fremja saman við javnaðarflokkinum, ið eisini er í samgongu, er at evna til eina føroyska grundlóg. Tað er eitt vónboðandi mál, sum hesir tríggir flokkar hava sett sær fyri at fremja. Eins og í Skotlandi er stundin komin til handa hjá okkum føroyingum at taka landið yvir.

Tað unga fólkið leiðist við at hoyra sambandspolitikarar jabba upp í saman, at tað fer ikki at bera til, um Føroyar gerast frælsar. Eg hugsi at slík jabban er eisini at hoyra frá skotskum sambandspolitikarum. Jú, sanniliga ber tað til, um vit føroyingar eins og tit skotar leggja doyðin á at virka fyri, at bæði londini gerast fræls í næstum. Tað skulu ódnartøk til. Bygnaðarbroytingar skulu til á fleiri økjum, so londini bæði kunnu búgvast út at standa á tryggari føroyskari og skotskari grund. So er støðan greið at leggja út til fólkaatkvøðu og har fer fólkið ikki at svíkja, tá ið tey uppliva, at nú ber til at búgva í frælsum landi.

Góðu grannar mínir. Blíðan framtíðarbyr tit í búgva í so vøkrum landi, blíðan byr tit í SNP og tit Grønu, ið vilja átaka tykkum ta uppgávu at greiða ræsurnar fyri einum frælsum Skotlandi.

PS. Valið tann 23. juni í fjør, har onglendingar og walisar valdu at fara úr evropiska samveldinum, men tit skotar valdu framhaldandi samstarv við Evropa, sýnir, at nú er fullveldisleiðin eyðgongd at at ganga. Mong eydnuynski til tykkara.


Vinaliga
Hans Joensen

(Greinin hevur áður verið prentað í ”The National”, sum er skotskt avís, ið stuðlar skotskum fullveldi).

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo