Sterkar kvinnur kunnu bert vera giftar við veikum monnum
- Betty Davis
local.fo

News in English

Krutl

Lag: Jens vejmand

1. Eg siti her og kúri, hvat skal eg finna uppá?
Eg eri mangan stúrin og veit mær ongi ráð.
At seta meg at gráta, tað lítið bata man,
og tosi eg við læknan, hann onki hjálpa kann.

2. Men kemur tú til Havnar, tú sært eitt sjúkr’hús stórt.
Tú hugsar, at nú má tað tó vera fyri ført
at taka móti teimum, sum nívast sjúku av,
bert tú fært bygdalæknan at skriva suður bræv.

3. Men hetta gongur ikki, sum tú tonkti við ein glans.
Tú bíða má í mánar, inn til tú fært ein tjans.
Og summi fingu váttan, at nú var pláss til tey,
tá ið tey svarið fingu, tey vóru køld og deyð.

4. Í hesum landi er tað í dag so illa statt,
at alt í hesum sangi tað er so púra satt,
og sjúk til Havnar komu tey aftur blivu vend,
ja, tað í sama farti til húsar aftur send.

5. Í hjálparloysi mangur nú heima liggja má,
á sjúkrahúsi vónleyst, ei nakað pláss at fá.
Men ei vit missa mótið, tað er ein bók at fá,
og eitur henda bókin “Gomul føroysk heimaráð.”

6. Men nakað má nú gerast, her eru góð ráð dýr.
Vit kundu heitt á fólkið í hesum landi býr
at keypa innleggsseðlar frá sjúkrahúsinum,
og trekt teir nakrar saman við V-4 spælinum.

7. Til tykkum sum nú havast hesum sjúkrahúsi at,
tit smíði nú tað rúmið, ið verða skal aftrat,
við skápum, skuffum, hyllum - ja, nógvum glasi tí
tað brúkast skal at goyma innleggsseðlar í.

8. Men eitt rúm ikki gloymi, tey gomlu brúktu nógv,
og hetta rúm tað ber á ein heilt ein annan bógv.
Tað opna kann jú plássið, har fyrr ei nakað var,
tað kallast fyri hjartarúm, gott um tey funnust har.

Skála 2. jóladag 1969
J.D

Tann sum sent hevur yrkingina til VP er Tummas P Davidsen, og skrivar hann, at pápi hansara fann hesa yrkingina tann 4. november í ár.

- Ein yrking sum mamma hansara og omma min, Jenny Davidsen, yrkti í 1969 um Sjúkrahúsið, skrivar Tummas P Davidsen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo