Tá ið ein kona ikki klárar børnini, byrjar hon at uppdraga mannin
- Stella Bing
Lesarin skrivar

Í 1919 vóru nógvar ógvisligar politiskar rembingar, sum fingu fatalar fylgjur seinni, men kringvarpið er søguliga STARBLINT um slíkt relevant tilfar.

Í staðin fyri eru óupplýstir føroyingar farnir í totalt sjálvsving við øðu-kavaranum Birgir ENNi á odda, har teir fara at brúka ein part av sumrinum til at plága sakleysar danskar býir við vátari sluppvitjan, systematiskari søgufalsking og goggu-kaving, meðan teir hemningsleyst skammrósa Jens Oliver Lisberg út um alt mark fyri tað flaggið, sum tann skikkiligi vágapresturin EMIL JOENSEN teknaði.

- Emil royna hesir ignorantar heilt at skriva út úr søguni. Men hvussu teir hóreiggja sær, so VAR tað nú EMIL, sum TEKNAÐI TAÐ føroyska flaggið, men teir kava elegant undan tí søguliga veruleikanum eftir goggum og øðum óruddi við tí forstýraða Enni á odda!!!

HVØR instansur fíggjar forrestin ta stupidu sluppferðina hjá ENNI-dronginum???

Virgar T Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo