Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Lesarin skrivar

Góðu tit øll, sum eru limir í Starvsmannafelagnum. Eg vil bjóða meg fram til, at umboða tykkum til komandi nevndarval tann 5. mars 2016.

Eitt sovorið val kemur ikki av sær sjálvum.

Tí vil eg heita á tykkum, um at gera tykkara atkvøðu galdandi. Eg havi brúk fyri tykkara stuðli, um vit saman skulu røkka hesum máli.

Eitt sindur um meg sjálvan
Eri 51 ára gamal og búgvi í Havn. Eigi 3 børn, og eri giftur Helen á Lakjuni og saman eiga vit Teu, sum er 2 ára gomul.

Eg havi starvast í Danmark, sum portørur í 15 ár. Har var eg álitismaður fyri fleiri enn 100 portørum í uml. 4 ár. Tey seinastu 12 árini havi eg starvast innan Sjúkraflutningstænastuna í Føroyum. Í 3 ár arbeiddi eg sum ambulansaviðgeri á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Tey seinastu 9 árini, havi eg starvast sum varaleiðari á Sjúkraflutningstænastuni á Landssjúkrahúsinum, har eg eisini eri varaálitisumboð fyri leiðsluna.

Eg havi stóran áhuga fyri fakfelagsarbeiði, og vil eg lova tykkum, at vera ein eldsál fyri tykkara áhugamál, um tit velja meg inn í nevndina tann 5. mars. Eg vil gera mítt allarbesta fyri at fáa fakfelagsandan enn sjónligari, enn hann er í dag. Fakfelagsarbeiðið liggur mær tætt inn at hjartanum, og vil eg arbeiða hart og konstruktivt fyri okkara limir. Hetta fyri at fáa tað úrslit, limirnir hava uppiborið í gerandisdegnum.

Samanhald gevur úrslit!
Eitt gott dømi uppá, hvussu umráðandi tað er, at fakfelagsandin er í hásæti.

Fyri fáum árum síðani tóku starvsfólkið á Sjúkraflutningstænastuni stig til at taka stríði upp við Havnar Arbeiðsmannafelag, um at melda seg úr felagnum, og skifta yvir í Starvsmannafelagið. Hetta bleiv gjørt fyri at betra um okkara viðurskiftir innan okkara øki. Tað var ein harður kampur, men tað eydnaðist okkum, at gerast limir í Starvsmannafelagnum og fáa nýggjan sáttmála við Fíggjarmálaráðið. Her var eg ein av eldsálunum, fyri at fáa fakfelagsskiftið á mál. Tað sum eyðkendi okkum, var samanhaldið. Vit stóðu sterk saman um okkara mál og vildu ikki gevast, og tað gav úrslit. Lati okkum standa sterk saman um felagið og ongantíð gloyma stríðsandan.

Góðu tit øll, sum eru limir í Starvsmannafelagnum. Nú nærkast nevndarvalið. Eg vil heita á tykkum um at stuðla mær tann 5. mars 2016. Eitt sovorðið val kemur ikki av sær sjálvum. Tí vil eg heita á tykkum, um at gera tykkara atkvøðu galdandi.

Starvsfólk, ið eru dottin niður ímillum
Starvsmannafelagið hevur limir, ið eru beinleiðis dotnir niður ímillum. Hetta eru starvsfólk, ið eru ófaklærd, og hava staðið á síðsta lønarstigi í nógv ár, uttan at verða bólkað av nýggjum - og tað er ikki rætt. Hetta eru starvsfólk, sum hava verið, og eru úti í arbeiðslívinum. Tey hava ognað sær vitan og royndir gjøgnum nógv ár. Hetta nýtir arbeiðsgevarin gott av. Hesi starvsfólk gera sama arbeiði, sum tey faklærdu, men fáa munandi minni í løn.

Tað er óvirðiligt fyri hesar limir, og vil eg arbeiða hart fyri at fáa hetta uppá pláss skjótast gjørligt, t.v.s. til komandi sáttmálasamráðingar.

APV - Arbeiðspláss vurdering
Alt tíðir uppá, at fleiri og fleiri uppgávur verða lagdar á okkara limir, og tað merkir, at vit skulu renna skjótari og skjótari, hvønn dag fyri at náa alt. Hetta setir størri og størri krøv, og er somuleiðis ein stressfaktorur fyri limirnar/arbeiðsfólkið.

Tí eiga øll arbeiðspláss at gera eina meting av arbeiðsplássinum, eina APV (arbeiðspláss vurdering). Út frá hesi meting verður funnið útav, hvat rætta normering er – í mun til talið av uppgávum.

Hesin leistur verður brúktur í londum rundanum okkum, og er til stórt gagn fyri bæði arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar.

Kvalifikatións- og funktiónsløn
Fyri uml. 20 árum síðani bleiv eitt nýtt lønarlag tikið í nýtslu í Danmark. Hetta nýggja lønarlagið fekk heiti Nyløn, sum merkir kvalifikatiónsløn og funktiónsløn. T.v.s., at um tað verður álagt einum starvsfólki fleiri uppgávur, og ein er kvalifiseraður til at røkja uppgávurnar, hevur ein møguleika fyri at fara beinleiðis til tann nærmasta leiðaran, fyri at fáa eina samsvarandi lønarhækkan.

Hetta er uttanfyri sáttmálasamráðingarnar. Hetta nýggja lønarlagið bleiv viðtikið fyri at effektivisera tann almenna stovnin.

Eg haldi, at vit áttu at tikið henda spurning upp við fíggjarmálaráðið til komandi samráðingar.

Kappingarførið innan tað almenna
Tað er kent fyri okkum øll, sum arbeiða innan tað almenna ella kommunala økið, at stovnurin skal spara. Hetta hoyra vit øll, næstan hvørt ár, tá fíggjarlógin verður framløgd. Tá hugsa vit øll: - Er tað meg, tað gongur út yvir nú? Vit hugsa eisini, hvat skal nú niðurleggjast?

Hvør skal hava uppgávurnar og ikki minst hvør skal renna skjótari í gerandisdegnum - alt hetta fyri somu løn. Tað er heilt klárt, at tann privati sektorurin liggur altíð uppá lúr eftir at yvirtaka uppgávurnar hjá tí almenna, so hetta kann gerast so bíligt, sum gjørligt.

Eg haldi, at vit skulu altíð vera kappingarfør innan okkara øki og duga at effektivisera tá tað gert neyðugt. Hetta fyri, at tann privati stovnurin ikki skal yvirtaka okkara øki.

Vend tær til felagið
Tey, sum ætla at velja talgilt, skulu fyrst venda sær til felagið. Send ein teldupost til starvsmannafelag@starvsmannafelag.fo ella ring tlf. 614868, 284868 ella 214768. Felagið útflýggjar tær eitt leinki til eina heimasíðu og títt limanummar, sum tú skalt nýta, tá ið tú greiðir atkvøðu.

Tú fært samstundis eina skrivliga vegleiðing um hvussu tú bert teg at, tá ið tú velur. Um limi av serligum grundum bert frá at velja talgilt og heldur ikki fer á aðalfundin, verður hann ella hon biðin um at venda sær til skrivstovu felagsins og gera vart við hettar.

Seinasta freist: 4. mars kl. 15
Seinasta freist at velja talgilt er fríggjadagin 4. mars kl. 15.00. Tað merkir, at atkvøðan skal verða greidd í seinasta lagi hetta tíðspunktið.

Atkvøðurnar frá undanvalinum verða latnar til Advokatvirkið, Sigmund Poulsen, adv. og verða taldar upp saman við atkvøðunum, sum verða avgreiddar á aðalfundinum 5. mars.

Gott val til tykkum øll – við vón um tykkara atkvøðu.

Gunnar Hjelm
Valevnið til nevndina í Starvsmannafelagnum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo