Hvussu kann mann minnast tað, sum mann hevur gloymt?
- Jógvan á Fjørðinum
Útlendis ítróttur

Fyri fyrstu ferð í Premier League-søguni hava hvørki Manchester United ella Liverpool nakran leikara á liðunum í dag sum er føddur í býunum báðum tá klassikarin verður leiktur seinnapartin.

Bæði Liverpool og Manchester United hava stoltar tradisjónir at menna síni egnu talent sum so gerast berandi leikarar á liðnum.

Leikarar sum Robbie Fowler, Michael Owen, Steven Gerrard og Jamie Carragher mentust frá ungdómsdeildunum til teir seinni gjørdust stjørnur á A-liðnum hjá Liverpool.

Og ungdómsdeildin hjá Manchester United hevur ment leikarar sum Gary Neville, David Beckham, Ryan Giggs og Paul Scholes.

Men fyri fyrstu ferð í Premier Leauge-søguni fara hvørki Manchester United ella Liverpool at hava leikarar í dag sum eru uppvaksnir á egnum vølli í býunum í stóra klassikaranum seinnapartin, skrivar Sky Sports News.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo