Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates

VP spyr

NAVN / NR.FO

Vinna

SMS: Í ár eru 40 ár liðin, síðani vit fóru undir handilsvirksemi okkara – og við einum stórum føðingardagsátaki vilja vit takka tykkum øllum fyri góða samstarvið øll hesi mongu árini.

Hetta til nýggjárs hátíðarhalda vit runda dagin við at lata 7.500 hepnum kundum gávukort við ymsum upphæddum á -  tilsamans eina millión krónur.

Vit byrjaðu á Trapputrøðni í 1977, men í dag er størsti parturin av virksemi okkara uttanfyri SMS í Bónus- og Mylnuhandlunum.

Tað verða tí hesir handlar – Miklagarður í SMS, Mylnuhandlarnir kring Havnina og Bónushandlarnir kring landið - sum verða karmur um stóra føðingardagsátakið við heitinum »skava3eins«.

Fyri hvørjar hundrað krónur tú keypir fyri í Miklagarði, Bónus ella Mylnuni, fært tú ein seðil at skava.

Skavar tú somu upphædd tríggjar ferðir, hevur tú vunnið eitt gávukort við hesi uppæddini. Um tú til dømis skavar 3 x 1000 kr, vinnur tú eitt gávukort á 1000 kr., sum kann nýtast í Miklagarði, Bónus ella Mylnuni.

Vit lata:

4400 gávukort á 50 kr.

1800 gávukort á 100 kr.

1000 gávukort á 200 kr.

300 gávukort á 1000 kr.

Men teir seðlar, sum ikki vinna, tá tú skavar, kunnu kortini gerast vinnaraseðlar. Skriva navn og telefonnummar á seðilin og lat hann inn í einum av handlunum, so er hann við í dráttinum um fimm dreymaferðir til ávikavist New York, París, Azorurnar, Astrid Lindgrens Verden í Svøríki og Costa del Sol. Hvør ferð hevur eitt virði á 20.000 kr.

Altso gávukort fyri 1 millión kr. – og síðani dreymaferðir fyri 100.000 kr. omaná. Sum takk fyri gott samstarv.

Átakið er galdandi frá mánadegnum 12. september til og við 31. desember í ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann