Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum
Tekstlýsingar

Hevur tú hug at royna teg sum einalærara, so er møguleiki at søkja einalærarastarv í Haraldssunds Skúla.

Starvið er tíðaravmarkað skúlaárið 2018/19.

Um starvið
Í Haraldssunds skúla verða 3 næmingar næsta skúlaár, tveir næmingar í fyrsta flokki og ein næmingur í fimta flokki. 

Einalærarin er bæði leiðari og lærari skúlans. Hann undirvísir í øllum lærugreinum og  hevur fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna og ábyrgd av virksemi skúlans. 

Einalærarin skal fremja gott samstarv millum skúla og heim og virka fyri, at næmingarnir trívast og fáa eina mennandi og fjølbroytta undirvísing.

Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava fólkaskúlalærara-útbúgving  og starvsroyndir í fólkaskúlanum.

Lønar- og setanartreytir
Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum.

Starvið er flokkað í lønarflokkunum 27.1, 28.1, 29.1, 29.2 og 31.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir
Umsókn saman við avriti av prógvi, c.v. og øðrum skal verða Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi  25. juni 2018.

Umsóknin verður stílað til:

Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279
110  Tórshavn

ella við t-posti: mmr(at)mmr.fo

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til Jenny Lydersen, undirvísingarleiðara, tlf. 555044.

Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum og øðrum frítíðarvirksemi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo