Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca
Lesarin skrivar

Í 2018 hoyrdu vit hvønn dag frá samgonguni og serliga Tjóðveldi, at yvirskotið á fíggjarlógini var omanfyri 500 milliónir krónur, búskapurin var vorðin meira haldførur, meira sjálvbjargin og onkur gloppaði hurðina fyri loysingini.

Eisini hoyra vit dagliga, at vit eru millum heimsins ríkastu lond pr. borgara.

Úrslit frá kanning tann 1. mars 2018 vísti tó, at einans 28% av fólkinum hevði atkvøtt fyri loysing um tað var fólkaatkvøða tann dagin.

Eg vil váða tann pástand, at loysingarmassin er smeltaður enn meira síðani 1. mars, og eg velji at tulka hetta sum at fólkið veit betri og hevur betri minnið enn so.

Gandaorðið ið Tjóðveldi valdi skuldi ímynda teir í yvirskriftini til samgonguskjalið var “SJÁLVBJARGNI” .

Í hesum sambandi havi eg hesar hugleiðingar.

Danski parturin av føroysku fíggjarlógini
Pauli Trond Petersen spyr millum annað á Facebook “um ikki nú, nær skal blokkurin so minkast?”

Vit hava eisini hoyrt sera nógv, at danski parturin av fíggjarlógini nú er vorðin so lítil, at hann ikki longur hevur nakran týdning.

Hyggja vit eftir tølunum, so er støðan tó ein heilt onnur. Ríkisumboði kemur hvørt ár við einari ársfrágreiðing.

Her er ein talva vegna útreiðslur hjá danska statinum fyri Føroyar, sí niðanfyri.

Á talvuni framgongur, at útreiðslurnar hjá statinum vegna Føroyar í 2017 vóru 1,044 milliard. 641,8 milliónir er blokkur sum kemur beinleiðis inn á fíggjarlógina í Føroyum sum ein inntøka, og 402,5 mió eru útreiðslur sum staturin rindar vegna Føroyar, og sum ikki eru við á fíggjarlógini.

Legg til merkis, at útreiðslur (drifts og anlægsudgifter) fyri ikki yvirtikin mál eru hækkaðar heilar 60 milliónir frá 2013 til 2017.

Føroyska fíggjarlógin fyri 2017 hevði útreiðslur á samanlagt 4.874 milliónir og inntøkurnar vóru 5.438 milliónir. Hetta gevur eitt yvirskot á 564 millión fyri 2017.

Sostatt er blokkurin meira enn 100% av úrslitinum á fíggjarlógini.

Um blokkurin varð strikaður og vit skuldu rinda útreiðslurnar sjálvi fyri ikki yvirtikin mál, hevði inntøkurnar verið 4.796 milliónir og útreiðslurnar verið 5.276 milliónir.

Úrslitið fyri 2017 hevði sostatt verið hall á 480 milliónir, ístaðin fyri yvirskot á 564 milliónir. Við hesum kann staðfestast, at danska fíggingin av føroyska vælferðarsamfelagnum er ein týðandi partur, og ein fastfrysting av blokkinum í hesum valskeiðnum munar púra onki í samlaða roknistykkinum.

Tað er at meta sum symbolpolitikkur.

Við hesum kann eisini staðfestast, at Føroyar inntil víðari er alt annað enn ein sjálvbjargin búskapur.

Onnur viðkomandi viðurskiftið við atlit til ríkisfelagsskapin
Í samband við útbyggingarnar av sundsverkinum hjá SEV, útbyggingingina av Eysturoyartunlinum og Sandoyartunlinum, hava hesi feløg tikið ovurstór lán á tilsamans yvir 3 milliardir.

Sum eg havi skilt, eru lánini skipaði sum fastrentaði lán og eru tey veitt av amerikanskum lánveitarum til sera lága rentu.

Sum eg eisini havi skilt, eru øll hesi lánini á yvir 3 milliardir krónur treytaði av ríkisfelagsskapinum.

So kann man spyrja, hví seta amerikanarar hesar treytir? Jú, tað er bara at hyggja eftir roknskapinum hjá Føroyum, sum er vístur niðanfyri.

Føroyar hava stórt hall uttan inntøkuna av blokkinum, og uppaftur størri hall um Danmark ikki rindar útreiðslurnar fyri ikki yvirtikin mál.

Í hesum sambandi kann eisini leggjast avtrat, at samlaða bruttoskuldin hjá landskassanum í 2017 var 6 milliardir.

Tað er ongin ivi, at uttan ríkisfelagsskapin hevði rentan hækkað munandi, og hetta hevði økt útreiðslurnar á fíggjarlógini enn meira.

Hava vit longu gloymt kreppuna í 2010?
Tað verður ikki tosað nógv longur um kreppuna sum var í 2010. Kaj Leo Holm Johannesen hevur ofta sagt, at tað ikki var stuttligt at stýra tá.

Hallið var stórt og útlitini vánalig. Eg havi alla virðing fyri teimum ið stýrdu Føroyum úr kreppuni í 1992, og eisini í 2010.

Havi tó ein ringan smakk í munninum tá ið politikkarar taka sær æruna av, at Føroyar kom so snikkaleyst gjøgnum kreppuna í 2010.

Eg meti, at tað er uppá sítt pláss at minna fólk á, at hetta bert eru 9 ár síðan.

Í 2010 varð Eik Banki bjargaður av Finansiel Stabilitet, ið danski staturin átti. Danski staturin hevði eisini goldið nógv tann størsta partin av peninginum til hetta felagið, og bankarnar hevði goldið eina trygging fyri at verða fevndir av bankapakkanum.

Tá ið danski staturin bjargaði Eik Banka, stovnaði Finansiel Stabilitet eitt nýtt partafelag í Føroyum, og setti 2 milliardir í reiðum donskum krónum inn í nýggja felagið. Hetta felagið yvirtók gamla Eik Banka.

Hesar 2 milliardirnar frá Danmark stabiliseraði allan føroyska búskapin í oktober 2010, og Eik Banki kundi halda áfram. Hetta er ein av høvuðsorsøkunum til, at Føroyar ikki vórðu raktar sera hart av kreppuni í 2010.

Laksaprísirnir vóru ikki farnir upp hetta tíðspunktið, og tá høvdu vit ikki tikið okkum hægri kvotir av pelagiskum fiski.

Tað er ikki til at vita hvat hevði hent, um Danmark ikki bjargaði Eik Banka við 2 milliardum í 2010, men sikkurt er, at tað hevði verið ein katastrofa.

Tað er mín fatan, at nógvir føroyingar ikki eru varugir við, at hendan bjargingin hevði so stóran týdning fyri føroyska búskapin.

Alt endaði við, at Finansiel Stabilitet seldi Tryggingafelag Føroya bankan fyri 500 mió í 2011.

Altso høvdu danir eitt tap her uppá 1,5 milliard, sum er at meta sum ein stuðul til føroyska búskapin.

Hetta var startskotið til uppgangstíðirnar vit hava í dag.

Er tað sjálvbjargni at strika skuld á 500 milliónir?
Sæð í ljósinum av slagorðinum at verða sjálvbjargin, er tað mær óskiljandi, at Føroyar við Tjóðveldinum á odda hava góðtikið, at skuld til Danmark frá kreppuni á 500 mió. kr. er strikað í hesum valskeiðnum.

Sum avleiðing av bankamálinum í 90'unum, gjørdu Føroyar og Danmark eina avtalu tann 10. juni 1998, har Danmark strikaði 900 milliónir av 1.400 milliónum, sum Danmark hevði veitt í láni til Føroyar. Aftaná 10. juni í 1998 var eftir ein restskuld á 500 milliónir.

Anfinn Kallsberg gjørdi eina avtalu um, at hendan restskuldin skuldi verða rentufrí, men skuldin skuldi fella burtur um Føroyar ikki høvdu funnið olju áðrenn 10. juni 2018.

Føroyar fann ikki olju, og 10. juni 2018 vórðu seinastu 500 milliónirnar í skuld frá kreppuni strikaðar.

Føroyar hava altso ikki rindað eina krónu aftur til Danmark av skuldini frá 90'unum.

Eg meti ikki hetta verða sjálvbjargnan búskapar politikk.

Symbolpolitikkur ístaðin fyri sjálvbjargin politikkur
Nú er loyisingarpolitikkurin vorðin til, at løgtingformaðurin ikki kann fara umborð á Dannebrog at eta, og tað verður noktað krúnprinsinum at hanga málningar upp á Landssjúkrahúsinum fyri 500.000.

Almennu útreiðslurnar eru hækkaðar sera nógv hetta valskeiði, umframt at skatturin er lækkaður enn meira hetta valskeiði.

Hetta ger bara tað, at úrslitið verður uppaftur verri. Stórar útreiðslur eru eisini fluttar út av fíggjarlógini t.d. yvir í samhaldsfasta.

Alt hetta ger, at búskapurin verður minni sjálvbjargin.

Slíkur búskaparpolitikkur viðførur, at Danmark framvegis fíggjar stóran part av føroyska vælferðarsamfelagnum.

Eisini varð noktað Novo Nordisk grunninum at seta upp eina granskingarstøð fyri diabetes, sum hevði skapt arbeiðspláss og givið diabetespatientum betri møguleikar.

Hvussu hongur hesin politikkurin saman við fíggingarleistinum av nýggja Tjóðleikhúsið Føroya.

Tað nýggjasta er, at tað ikki er nakar trupulleiki at danskir grunnar fíggja stóran part av hesari verkætlan.

Henning Erhardsson Joensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo