Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Vinna

Dreymurin um eitt føroyskt destillarí byrjaði fyri nógvum árum síðani. Men nú er hann veruleiki og Einer´s Destillery hevur framleitt føroyskt wiskey sum nú liggur í tunnum og lagrar.

- Hóast forboð, stormar og stríð, er tað fyrsta føroyska destillaríið nú veruleiki, sigur Annika Waag, virkis- og góðskuleiðari á Føroya Bjór við VP.

Hon sigur, at Føroya Bjór eisini arbeiðir við ymsum øðrum vørum, sum hon væntar koma á marknaðin til heystar.

- Til dømis framleiða vit eina Gin & Tonic, sum vit vænta kemur á marknaðin skjótt. Tað hildu vit vera upplagt, tí vit hava jú framleitt tonic í nógv ár, sigur Annika Waag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo