Ja og nei eru tvey lítil orð. Men aftanfyri tey liggja oftani stórar avgerðir
- Mette Fritzbøger
Vinna

Føroya Bjór: Ein nýggjur føroyskur bittari frá Einar’s Distillery er nú á marknaðinum.

Einar’s Bitter er føroysk framleiðsla, og sera nógv orka er løgd í at velja og samanseta allarbestu urtir og krydd fyri at fáa tann besta smakkin.

Føroyski bittarin er eitt úrslit av hørðum arbeiði á Einar´s distillery seinastu árini og at Disa Christiansen úr Nólsoy fyri nøkrum árum síðan gav distarillarínum gott innlit í føroysk plantusløg, sum nú eru nýtt í hesum bittarinum.

Einar’s Distillery er fyrsta føroyska góðkenda distillarí, og framleiðir bæði Einar’s Akvavitt, Einar’s Vodka og Einar’s Gin, Einar´s Cask og nú eisini Einar’s Bitter. Føroyskt whisky frá Einar’s Distillery er eisini í tunnum og búnast.

Einar’s Bitter er 38%.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo