Fylg hjartanum og lær, at tað var ein orsøk til at tú vildi sum tú vildi
- Dori Roberts
Vinna

- Mín spurningur til røttu viðkomandi hevur seinastu dagarnar verið, um tað er rætt, at Helena fekk lut í felagskvotu uttan veiðuloyvi. Men røttu myndugleikarnir, sum eru spurdir, eru samdir um, at spurningurin er sera góður, skrivar Kristian Martin Petersen, skrivari í felagnum Línuskip, á Facebook.

Kristian Martin Petersen greiður soleiðis frá:

Tað, sum eg havi spurt um er, hvørji línuskip eiga rætt at fiska av føroysku botnfiskakvotuni í Eysturgrønlandi í 2017. Støðan er tann, at Føroyar hava latið Grønlandi svartkjaft í Føroyskum øki í ár. Afturfyri fáa Føroyar botnfiskakvotu í Eysturgrønlandi, markað til línuskipini. Hetta eigur Fiskimálaráðið og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum rós fyri.

Tá okkurt smávegis er brúkt til reguleringar, so er botnfiskakvotan í Eysturgrønlandi 875 tons av toski og 375 tons av brosmu, lutað sum felagskvota til línuskipini, sum hava søkt um loyvi at fiska har í ár. Hetta er sambært Kunngerð nr. 26 frá 28. mars 2017.

Línuskipini, sum í 2017 hava søkt um loyvi at fiska botnfisk í Eysturgrønlandi, eru 18 í tali, herav eru 15 aktiv, men 3 liggja við bryggju. Eitt av teimum við bryggju er Helena, sum onki veiðuloyvi hevur, tí tað verður brúkt í svartkjaftafiskiskapinum. Men kortini hevur Helena fingið útskrivað sín lut av felagskvotuni í Eysturgrønlandi í ár. Og hesin parturin er longu fiskaður.

Lesarin skal vita, at fyri at fáa fiskiloyvi at fiska í Eysturgrønlandi krevst, at skipið hevur veiðuloyvi. Hetta er sambært galdandi lóg um vinnuligan fiskiskap, har tað í § 5, stk. 3 stendur, at eitt veiðuloyvi "er góðkenning, ið landsstýrismaðurin veitir ávísum fiskifari at veiða á føroysku landleiðunum og á leiðum uttan fyri føroysku landleiðirnar."

Hetta altavgerandi veiðuloyvið kann metast við t.d. eitt pass, sum gevur grundleggjandi loyvi at ferðast millum lond. Men fyri at koma inn í eitt ávíst land, so krevst ofta eitt visum afturat passinum. "Visumið" er tað, sum í okkara lóggávu svarar til eitt fiskiloyvi, sum kemur omaná veiðuloyvið.

Tað er í dag próvfast, at Helena hevur fingið útlútað fiskiloyvi uttan at hava galdandi veiðuloyvi. Og vit kunnu samstundis staðfesta, at felagskvotan, sum Helena eigur sín lut av, er fiskað, hóast Helena onki veiðuloyvi hevur.

Mín spurningur til røttu viðkomandi hevur seinastu dagarnar verið, um tað er rætt, at Helena fekk lut í felagskvotu uttan veiðuloyvi.

Sum sagt ovast, so eru røttu myndigleikarnir samdir um, at spurningurin er sera góður - og fyribils sær hann út til at vera betri enn svarið!

Komandi dagarnar verður hetta vónandi greinað, tá røttu myndugleikarnir fara at svara mínum fyrispurningi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo