Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Lesarin skrivar

Takk skal skyldmaðurin Johan Petersen hava fyri allar tær tænastur, hann ger okkum sum halda 14. september 1946 vera týdningarmesta dag í søgu okkara. Nú hevur hann prentað upp ta lýsing um fólkaatkvøðuna, sum amtmaðurin gav Føroya fólki, eftir at hann hevði fingið boð frá forsætisráðharranum um at fólkaatkvøðan skuldi vera akkurát sum har stóð.

Tað var hetta, sum hann hevði fingið loyvi frá øllum teimum donsku politisku flokkunum at gera. Sum Johan vísir á, so stóð í tí sum flokkarnir fingu sendandi frá forsætisráðnum, hvørjar atkvøður ið skuldu teljast við og hvørjar ikki. Tær sum skuldu teljast við vóru tær har krossur stóð annaðhvørt fyri stjórnaruppskotinum ella fyri loysing.

Hesum tóku allir flokkar á danatingi undir við.

Fyri okkum er tað serliga áhugavert, at danski kommunistaflokkurin tók undir við at fólkaatkvøðan skuldi fara fram við hesi fortreyt. Vit vita, at hesin flokkur var stýrdur úr Moskva av Stalin. Tað hevur tí hóskað Stalin at hava fólkaatkvøðuna júst á hendan hátt.

Tá í juni 1946 var eingin ivi um, at stjórnaruppkotið fór at vinna á fólkaatkvøðuni. Stalin hevur verið glaður fyri, at Føroyar og Grønland gjørdust partur av Danmarkar ríki við at samtykkja stjórnaruppskotið. Hetta kundi gera tað at Grønland og Føroyar kundu flytast burtur úr amerikanska valdsøkinum og koma undir tað danska, sum Stalin helt, at hann betri kundi hava tomur á.

Nú miseydnaðist ætlanin hjá Stalin. Føroyingar lótu seg ikki taka av fótum hóast teir stóðu á hálari hellu. Nú eftir 14. september 1946 skuldu øll kneb brúkast, og her vóru kommunistarnir fremstir, tí teir runnu ørindi fyri Stalin. Eitt var tað at teir hugsjónarliga tóku undir kommunismuni. Harafturat kom, at Stalin var drápsmaður. Formaðurin hjá kommunistunum Aksel Larsen visti, at Stalin hevði dripið ein av fólkatingsmonnunum hjá kommunistaflokkinum tí hann ikki var sær nóg lýðin. Tí visti Aksel Larsen, at um hann ikki makkaði rætt í einum slíkum máli sum loysing Føroya, men gekk ímóti ynskjum Stalins, so kundi hann, næstu ferð hann fór til Russlands, koma aftur sum lík.

Um hetta mundið var kommunistaflokkurin stórur í Danmark og var í harðari kapping við Sosialdemokratarnar. Tá kommunistarnir gingu ímóti loysing Føroya, lá tað illa fyri hjá Sosialdemokratiska flokkinum at taka aðra støðu. Tí var lætt at fáa allar flokkarnar at kúvenda, so teir í september søgdu tað øvuta av tí, teir í juni høgt og heilagt høvdu lovað, soleiðis sum Johan Petersen nú hevur avdúkað.

Zakarias Wang

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo