Liv Lívið Livandi
- herróp hjá ítróttarfelag
Lesarin skrivar

Tann greiði og skilagóði tíðindamaðurin av Strondum, Eivind Jacobsen hevur aftur nú í einari grein sligið tað rimmarfast, sum nógv hava hildið og skrivað í  longri tíð:

Føroyingar hava ein landsstýrismann, sum ikki er eftirfarandi, men roynir at skulka sær undan ábyrgd við mjørkatalu og at vill-leiða við ódokumenteraðum mjørka-postulatum.

Niðurstøðan hjá EIVIND JACOBSEN er orðaræðið (citat):

"Tað kann tí staðfestast við vissu, at Høgni Hoydal gav Løgtinginum skeivar upplýsingar 29 mai og somuleiðis 30 mai í ár. Høgni Hoydal segði seg vita minni enn hann átti at vita".

Hetta er kvintessensurin í øllum málinum!

Tað verður ein óavvaskilig skomm og eitt søguligt tap fyri Tann føroyska Javnaðarflokkin, um hann framvegis ignorerar hesi fakta og pønsar uppá at gera manngarð um ein landsstýrismann, sum so týðuliga hevur logið fyri Løgtinginum og allari veljarafjøldini.

Í einumhvørjum civiliseraðum landi vildu erlig samgongufólk hjálpt honum at funnið dyrnar, sum skjótast,  áðrenn hann kann blíva beittur til hús.

Kenna javnaðarfólk ikki sína moralsku skyldu, tá ið Løgtingið kemur saman aftur, verða tey hælarar og samsek við einum "kriminellum" ministara.

Vil man av berum taburett-skriða solidarisera seg við einum politiskum charlatani?

Juli-mánaði 2017 verður av sonnum ein álvarsom royndarstund fyri Javnaðarflokkin!

Vit vóna, at hann ikki longur letur seg fjøtrað av populistum og opportunistum.

Virgar T. Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo