Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Krutl

Ja til Hjúinabandið: Í Avstralia, eins og í so at siga øllum vesturheiminum, er stórt kjak um hjúnabandið og spurningin, hvørt samkynd pør eisini av røttum eiga at sleppa at giftast. Í dag er tað einans siðbundna hjúnabandið, sum er lógligt í Avstralia. Tað er ikki lógligt at giftast við einum av sama kyni. Men kjakið fyri og ímóti er, ikki óvæntað, glóðheitt.

Ein av felagsskapunum, sum sigur ja til siðbundna hjúnabandið, er Australian Christian Lobby. ACL virkar fyri kristnum virðum í avstralska samfelagnum. Men tá ið felagsskapurin herfyri skipaði fyri einum tiltaki um siðbundna hjúnabandið, var tað ein ikki-kristin rødd, sum skaraði framúr.

20. august í ár hevði ACL bjóðað Ryan T. Anderson til Melbourne at halda fyrilestur um evnið, “Hvat ‘javnrættur’ kostar” (“The Cost of ‘Equality’”). Anderson er PhD í politiskari heimspeki og hevur skarað framúr seinastu árini í síni verju av siðbundna hjúnabandinum bæði í fyrilestrum, kjaki, bókum og í miðlum annars. Í sínum fyrilestri gjørdi Anderson tó nakað óvæntað. Hann bjóðaði eini ungari kvinnu, Millie Fontana, upp at greiða frá síni lívssøgu.

Millie Fontana vaks upp hjá tveimum mammum. Hon er eitt sokallað donorbarn. Onnur mamma hennara hevði fingið sáð frá einum manni, sum eftir sína “tænastu” ikki hevði nakað við dóttur sína at gera.

“Tá ið eg vaks upp, ynskti eg mær ein pápa,” greiðir Fontana frá. “Eg kendi innan í mær, at eg saknaði ein pápa, áðrenn eg yvirhøvur dugdi at seta orð á, hvat ein pápi var. Eg visti, at eg elskaði bæði míni foreldur, men eg dugdi ikki at seta fingur á, hvat tað var, eg saknaði innan í mær sjálvari. Tá ið eg byrjaði í skúla, eygleiddi eg kærleiksfulla sambandið, sum onnur børn høvdu við teirra pápar, og eg skilti, at eg manglaði nakað heilt serstakt.”

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo