Tit skulu vera góð við tey fáu ríku, soleingi tey eru her. 'Tey fátæku fara tit altíð at hava' stendur jú skrivað
- Hans P. Johannesen
Politikkur

Kristin Michelsen, tinglimur fyri Javnaðarflokkin, verður ikki í tinginum fríggjadagin, tá 2. viðgerð av uppskotinum um fiskivinnunýskipanina kemur fyri. Orsøkin er, at hann skal til Danmarkar.

Hetta váttaði hann fyri Kringvarpinum í kvøld. 

Hann vildi tó ikki siga nakað um, hvørt nakar tekur sæti á tingi fyri seg fríggjadagin.

Tað hevur, sambært Kristini Michelsen sjálvum, verið ætlanin í fleiri mánaðir, at hann skuldi til Danmarkar júst nú.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo