Tú veitst ikki, hvat tú veitst, fyrrenn tú veitst, hvat tú ikki veitst
- Lawrence J. Peter
local.fo

News in English

Politikkur

Eitt av høvuðsmálunum hjá Fólkaflokkinum til komandi løgtingsval verður, at eingin lág- og miðalinntøka skal skattast meira enn 30%.

Hetta kom fram undir framløguni av valskránni hjá flokkinum, sum varð hildin í Sjóvinnuhúsinum fyrr í dag.

Jørgen Niclasen, formaður í flokkinum, legði dent á týdningin av, at landið og kommunurnar seta seg saman fyri at umrøða hendan spurningin.

Kommunurnar mugu sum kunnugt eisini sannførast, um ein slíkur skattalætti skal koma uppá tal, og var tað tí, at Fólkafloksformaðurin umrøddi hetta.

Hann kundi í hesum sambandi ikki lata vera við at koma við einum priki til núverandi samgongu.

- Hendan samgongan, sum nú situr, hevur ikki tosað við kommunurnar í fýra ár, helt hann fyri.

Jørgen Niclasen útilokaði ongar samgongumøguleikar eftir valið og vísti á, at tað mest umráðandi er, at flokkurin kemur í eina samgongu, har politikkurin hjá flokkinum er best umboðaður.

- Vit eru opin fyri einum samstarvi við allar flokkar, eisini Javnaðarflokkin. Vit ynskja ikki at koyra eftir sama leisti sum Framsókn, ið hevur úttalað, at hann ynskir at halda fram við einari vinstravendari stjórn, segði Jørgen Niclasen.

Fólkaflokkurin ynskir at avtaka uppboðssøluna, og man tað tí helst vera ivasamt, um flokkurin kann finna eina semju við Tjóðveldi um eitt komandi samgongusamstarv.

Sí eisini:

Myndir: Fólkaflokkurin leggur valskránna fram

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo