Gakk ongantíð firtin longur, enn tað loysir seg
- Hans Pauli Johannesen
Lesarin skrivar

Takk Javnarðarflokkurin og Tjóveldi!

Ja, nú í morgun bórust tey døpru tíðindi, at flakavirkið Sandoy Seafood letur aftur.

Grundin er eingin ráðvøra til virki í Sandoynni/Skopun.

Tillukku Tjóveldi og Javnaðarflokkurin.

Eingin menningarkvota til Sandoynna, men nógvur fiskur fer í kontainarnar og beinleiðis av landinum óvirkaður.

Nógv hevur verið reklemerað við, at nú fór man at javna út og navnið “Menningarkvota” varð hálovað, eisini vit í Sandoynni sóu ljósið, nú fór alt at verða gott.

Men virkið í Skopun, har fólk úr allari sýsluni arbeiða, er spakuliga avhøvdað, so nú fór síðsti blóðsdropin.

Men hvussu skitið er okkara samfelag?

Eg hoyrdi nú um dagarnar, at Sandoy Seafood hevur havt onkrar bátar, sum hava avreitt til virkini.

Hvat hendir
Stórreiðarin í Klaksvík Hanus Hansen, sum javnan hevur gramt seg um neyð og elendigheit, fer til teir, sum eiga hesar bátarnar og sigur, um vit fáa fiskin til Klaksvíkar, so skulu tit fáa dagar í Barentshavinum frá okkum.

Eiga tit so nógvar dagar í Barentshavinum, at tit kunnu egna við teimum? Eg rokni við at hetta var mønustingurin hjá virkinum. Eg hevði ynskt at keldan til hetta fór at traðka fram uttan, at eg skal røpa hana.

Í mínum innleggi til Kringvarpið, har eg nevndi um býtið við barentshavstosk og upsa av føroyagrunninum, men tað valdi Kringvarpið at sensurera. Eingin skal forða mær mítt talufrælsi, vit tosa um fólksins ogn, ella er hon nú tað.

Hetta er at rokna sum stríðið ímillum David og Goliat, peningurin í Føroyum, hann avgerð alt og hana eiga nøkur fá.

Hanus, um hetta ikki passar, so kann tú skriva tað, og eg skal umhugsa at skriva kelduna til hetta alment.

Hvat hendir í okkara landi. Eru vit spakuliga aftur í tíðini, er tað bátsbandið, ið hevur góðar dagar í Føroyum.

Nei, í Føroyum er tað tíanverri so, tað eru nakrir fáir føroyingar, ja, sum eiga alt, allan kapital. Og tað er hann, sum stýrir øllum, alt verður uppkeypt.

Eg missunni tykkum einki, men eg sigi sum stendur í sanginum, “Eg havi væl loyvi at liva, ja, líkaso væl sum tú”.

Tíanverri, í dag fara 60 fólk út av virkinum - uppsøgd. Hetta er meira enn harmuligt.

Eingin fiskur til virkið í Skopun, eingin menningarkvota, teir sum eiga skip og virkir, teir stýra øllum.

At flakavirkið í Skopun, sum var veruleiki á vári í 1968 fer, at reisa seg aftur, tað trúgv havi eg á Harran Jesus, at vit eru ikki gloymd í Sandoynni.

Nei, eg gevist her, men komi aftur og ætli mær ikki at leggja fingrarnar ímillum, tí Føroya fólk eigur ongan góðan.

Gerhard Lognberg
borgarstjóri
Skopun

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo