Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Nógv hevur verði tosað um bíleggingar á tyrlurutini hjá Atlantsflog og tað sær tíðanverri soleiðis út, at eingin sum helst áhugi er fyri at loysa trupulleikan.

Alt gott um tað ferðavinnumenning, men, men – alt skal verða við máta og skili. Vit hava staðfest trupulleikar við flutningskervinum á sjóvi og landi og vit hava somuleiðis staðfest fleiri trupulleikar viðv. óskipaðaðari ferðavinnu um alt landið eisini.

Alla staðni í heiminum verður ein sera einkul háttur nýttur til at regulera útboð og eftirspurning, og tað er nevniliga kostnaður.

Um Havnarmenn kunnu geva sínum borgarum eitt borgarakort, ja, so kann Aksel geva sínum landsmonnum eitt íbúgvarakort, sum greitt staðfestir at íbúgvar kunnu njóta almennar tænastur á jøvnum føti í landinum. (Hetta er eisini góður javnaðarpolitikkur).

Útlendingar og ferðafólk annars, eiga at gjalda tað sum tað kostar, nevniliga tað sum eitt nú SSL og Atlantic longu hava útroknað, tá ið talan er um leigutúrar vm.

– Tá er nevniliga hædd tikin fyri øllum kostnaði og eitt veruligt prísútrokningargrundarlag er til staðar.

Td. um tú sum útlendingar ynskir at nýta tyrluna til sightseeing vm. skal tú gjalda 467kr um minuttin.

Hetta er hóast alt ikki meiri enn rímuligt og ein takstur tú evt. sært allastaðni kring heimin, um so er, at tú ynskir at keypa tær eina uppliving við tyrlu.

So – politikarar, stovnar og onnur góð fólk sum dag og dagliga fáa eina samsýning til at loysa slíkar trupulleikar – Deal with it!

Símun Gullaksen  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo