Liv Lívið Livandi
- herróp hjá ítróttarfelag
Vinna

Heilsufrøðiliga Starvsstovan: Heilsufrøðiliga starvsstovan kannar á hvørjum árið at laksur ikki inniheldur heilivágsleivdir og at innihaldi av óynsktum evnum er undir markvirðir. Samlaða tali av sýnum í 2018 var 637. Ætlandi vera umleið 600 sýnir tikin í ár.

Sýni kannað fyri tungmetal vístu lág virðir fyri kadmium, blýggj og kyksilvur (sí mynd av kyksilvur).

Nøgdin av lívrunnum evnum, so sum PCB og dioksin, var eisini lágt í øllum sýnum (sí mynd av dioksin+DL-PCB). Viðvíkjandi leivdum av antibiotika í livur og vødda, so vóru øll sýni negativ.

Tá hugt var eftir, hvar laksurin verður keyptur, so er niðanfyri topp 5 keyparalond av alilaksi í 2018:

  1. Russland 35%,  20.990 tons

  2. EU 28%, 16.473 tons

  3. USA 18%, 10.490 tons

  4. Kina 16%,  9.334 tons

  5. Sameindu Emirríkini 2%, 908 tons

Fyrr fór bróðurparturin til EU-lond (79% í 2008), men nú er parturin fallin til 28% í 2018.

Slóðir til uppslag, frágreiðing og úrslit fyri heilivágsleivdir og onnur fremmand evni í alifiski 2018, síggjast her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo