Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Politikkur

Svar upp á fyrispurning nr. 64/2018 frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingsmanni, eftir Tingskipanini § 52a. Svar upp á fyrispurning um Brandskúlan, settur landsstýrismanninum í mentamálum, Honnu Jensen (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

Spurningurin er soljóðandi:

1. Hvussu gongst við at flyta Brandskúlan við Áir til Klaksvíkar?

2. Hvar er ætlanin, at skúlin skal vera staðsettur í Klaksvík? 

3. Fylgja lærararnir við flytingini?

4. Er leiðslan í Sjónámi tikin við upp á ráð í tilgongdini, ella undir hvørjum stovni skal Brandskúlin verða?

5. Við Áir er m.a. ein konstruktión av einum maskinrúmi, har venjingar verða gjørdar. Verður henda konstruktiónin flutt til Klaksvíkar, ella verður ein bygd av nýggjum, og hvat verður so kostnaðurin av hesum?

6. Sambært løgtingsfíggjarlógini fyri 2019 eru játtaðar 300.000 kr. til flyting av útgerð frá brandskúlanum við Áir til Klaksvíkar. Hvussu langt metir landsstýrismaðurin, at hesar 300.000 kr. fara at røkka? 

Svar
 
Til 1:  Ætlanin um at flyta Brandskúlan við Áir til Klaksvíkar hevur verið frammi áður, og er nú tikin upp aftur í sambandi við at Løgtingið hevur játtað 300 tkr. til hetta endamálið. 
 
Í 2014 gjørdu báðir maritimu skúlarnir saman við Brandskúlanum og Mentamálaráðnum eina greining av fortreytunum fyri at flyta Brandskúlan og samskipa skeiðsvirksemi innan maritima økið.  Í hesum sambandi var samskifti eisini við Klaksvíkar kommunu um møguliga staðseting, uttan at komið varð til nakra niðurstøðu. 
 
Nú málið er tikið upp aftur hevur fundur verið við Klaksvíkar kommunu, har møgulig staðseting hevur verið umrødd.
 
Til 2: Eingin niðurstøða er gjørd um staðsetingina enn og Klaksvíkar kommuna skal venda aftur.
 
Í greiningini frá 2014 vóru tvey høvuðskrøv til geografiska staðið, har  Brandskúlin skal verða:
 
1. Atkoman til skúlan skal verða so høglig sum møgulig.

2. Av tí at ikki slepst undan at nýta royk til ávísar venjingar, skal staðið verða væl uttanfyri bygt øki, so skúlin fær loyvi at virka í nógv ár fram. 
 
Til 3: Verður Brandskúlin fluttur, vilja starvsfólk, sum eru sett við skúlan, fáa í boði at flyta við.
 
Til 4: Leiðslurnar á maritimu skúlunum luttóku í greinandi arbeiðinum, sum var gjørt í 2014. Mentamálaráðið metir, at tað er avgerandi fyri at koma víðari, at ein hóskandi staðseting verður funnin, áðrenn farið verður víðari í ráðleggingini saman við skúlunum. 
 
Í frágreiðingini frá 2014 var greitt frá, at Skúlin við Áir, sum er partur av Vinnuháskúlanum, er einasti útbjóðari av brandskeiðum bæði innan STCW, sløkkilið, í tunnlum v.m.. Flestu føroysku sjómenn fáa síni skeið við Áir, og tí er tað sera umráðandi, at áðrenn virksemið við Áirnar verður niðurlagt, skal tað verða klárt at halda fram á nýggjum Brandskúla.
 
Til 5: Tað er ov tíðliga at siga enn, um tað loysir seg at flyta hesa konstruktiónina við. Men av verandi útgerð við Áir kann øll leys útgerð, umframt gassútbúnaðurin, flytast til nýggja skúlan.
 
Til 6: Henda játtan røkkur til at gera partar av fyrireikandi arbeiðnum. Tá ið skúlin skal flytast verður tað munandi dýrari, men til ber ikki at siga í løtuni, hvussu stór upphæddin verður.
 
Mentamálaráðið
Hanna Jensen landsstýriskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo