Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak
Innlendis ítróttur

Eingin av teimum sterku telvarunum snávaðu í fyrsta umfari í altjóða talvkappingini Runavík Open í Løkshøll í gjárkvøldið. Men tað var um reppið, at ein lítil sensasjón brast.

Tann blaðungi Luitjen Apol - abbasonur navnan og fyrrverandi fleirfalda føroyameistaran - mundi tikið Olaf Berg á bóli. Olaf, sum er ein av allarbestu telvarum í landinum, tóktist eina løtu ikki at grynna í støðuni, men við øllum snildum og hollum royndum eydnaðist honum kortini at snýta unglingin og vinna.

Helgi Dam Ziska var tryggur móti íslendinginum Páll Gautur Jonsson, sum hevur gott 2000 í rating. Helgi hevði initiativ og virkna støðu, og vann endatalvið trygt. Soleiðis telva stórmeistarar. Heiðrikur Jacobsen spjálkaði leingi og væl móti Jóhann Hjartarsson, men mátti til endans lúta. Rógvi Mortensen var heldur ikki langt frá javnleikinum móti altjóða meistaranum Simon Bekker-Jensen, men gjørdist eisini ov stuttur.

40 telvarar úr fleiri londum, mest norðurlondum, eru við í kappingini, alt frá stórmeistarum til unglingar. Mest spennandi talvið í øðrum umfari í dag er helst dysturin millum báðar okkara fremstu telvarar á altjóða styrkilistanum, Helga Dam Ziska og føroyameistaran  Rógva Egilstoft Nielsen.

Annað umfar í dag byrjar kl. 15.00. Meira kann lesast um kappingina á heimasíðuni runavikopen.com. Har er eisini leinkja til øll borðini, sum telvað verður á.

Seks stórmeistarar
Tekniskt er Helgi Dam Ziska ikki stórmeistari enn. Formliga tilnevningin verður ikki fyrr enn á FIDE-ráðstevnu í næstum, helst í desember. Helgi telvar tí framvegis sum altjóða meistari í hesi kappingini. Men stórmeistari er hann, og høga styrrkitalið talar fyri seg.

Hesir tíggju hava hægst styrkital í kappingini:

IM Helgi Dam Ziska, Føroyar 2551
GM Jóhann Hjartarsson, Ísland 2541
GM Jakob Vang Glud, Danmark 2506
GM Vladimir Hamitevici, Moldova, 2484
IM Simon Bekker-Jensen, Danmark 2473
GM Daniel Semcesen, Svøríki 2469
IM Nikolaj Mikkelsen, Danmark 2466
GM Miguel Munoz, Spania 2457
IM Gudmundur Kjartansson, Ísland 2438
GM Thróstur Thórhallsson, Ísland 2417

Fremstu fimm føroysku telvararnir í kappingini umframt Helga eru hesir:

FM Rógvi Egilstoft Nielsen 2347
IM John Rødgård 2338
FM Olaf Berg 2323
FM Høgni Egilstoft Nielsen 2275
Ólavur Simonsen 2207

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo